Fótbóltur

HB: Heimir fer aftur til Íslands

Føroyameistararnir í fjør boða í kvøld frá, at Heimir Guðjónsson gevst sum venjari tá kappingarárið endar.

Heimir Guðjónsson og HB gjørdust Føroyameistarar í fjør. Úrtøkan í ár hevur verið heldur lakari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heimir Guðjónsson og HB gjørdust Føroyameistarar í fjør. Úrtøkan í ár hevur verið heldur lakari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-30 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Íslendski Heimir Gudjónsson, sum í fjør leiddi HB til meistaraheitið, fer heimaftur til nýggjar avbjóðingar.

Hesum boðar HB frá á heimasíðuni í kvøld. Leysasøgur hava seinastu tíðina gingið um, at hann hevði skrivað undir við íslendskt felag, og nú er tað so váttað.

- Vit í HB hava tikið avgerð hansara til eftirtektar og vilja fegin takka Heimir fyri hesi bæði árini og tann megnar innsats, sum hann hevur gjørt fyri at menna okkara leikarar, styrkja okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Ikki minst takk fyri at hava leitt okkum til meistaraheitið í fjør og tryggja okkum Løgmanssteypið í ár.

Heimir Guðjónsson sigur sjálvur, at hann hevur verið sera fegin um góðu móttøkuna her og at hava fingið høvi til at verið ein partur av einum vælvirkandi føroyskum fótbóltsfelagi, skrivar HB á heimasíðuni.

HB er longu farið undir arbeiðið at seta nýggjan venjara fyri besta mansliðið hjá felagnum, verður sagt á heimasíðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder