Undan hesum kappingarárinum hevði KÍ vunnið seks kappingardystir á rað móti HB. Talan var um allar tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini í bæði 2022 og 2023.
Tann sigurin HB fekk í dystinum millum liðini í oktober 2021 var fýra dagar eftir, at KÍ hevði tryggjað sær FM-heiti.
Í 2020 vann HB greipuna. Tað eydnaðist tó ikki at vinna nakran av innanhýsis dystinum í Betrideildini tað árið. Í kappingini um Løgmanssteypið sendi eitt skert HB-lið tó KÍ úr steypakappingini eftir brotssparkskapping við Djúpumýru.
Aftur í gjár sendi HB KÍ út í Klaksvík. Tað hevur tó seinastu árini verið eitt sindur ímillum, at HB'arar veruliga hava fingið fegnast um sigrar á arvafíggindanum. Sum Norðlýsið skrivaði í gjár, hevði HB undan kappingarbyrjan ikki vunnið móti KÍ í vanligari leiktíð í týdningarmiklum dysti síðani 2019.
HB'arnir fegnaðust aftur móti KÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Nógv at hugsa um í KÍ-leguni, har man hevur tað stríggið við so at siga øllum dystunum í løtuni og higartil hevur tapt fleri í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur liðið hjá Adolfo Sormani megnað tríggjar ferðir nú. Í øllum dystunum var talan um eitt-máls sigrar: 3-2 í stórsteypadystinum á Tórsvølli fyrst í mars, 1-0 í Gundadali 14. apríl og 3-2 í Klaksvík í gjár.
KÍ minkaði ikki um munin fyrrenn í 93. minutti, og HB-sigurin var fult uppiborin. HB sær út til at fáa nógv at eydnast og hongur væl saman, hóast so at siga allir sigrarir í ár eru smalir.
Hinvegin sær KÍ út til at mangla nógv - serliga í mun til seinastu mongu árini. Kanska er tørvur á eitt slag av sjálvsrannsakan í Klaksvík eftir enn eitt tap móti arvafíggindanum. Nakrir skaðar eru gamaní, men við líknandi úttrykki sum serliga í 1. hálvleiki í gjár verður liðið hjá Haakon Lunov ikki nær námind hæddunum frá seinastu árunum í Betrideildini og 2023 í Evropa.
Les meira um dystin í gjár og støðuna hjá feløgunum HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald