Fótbóltur

EB/Streymur vann botndystin í Fuglafirði

B36 vann oddadystin í Runavík. Fyrr í dag snávaði Víkingur móti AB á heimavølli, meðan HB vann trygt móti Skála. KÍ vann, eins og HB, 3-0 á heimavølli.

Rógvi Egilstoft Nielsen skoraði tvey týdningarmikil mál fyri EB/Streym í Fuglafirði í dag - her í nærdyst við Bárð Olsen, ið er liðformaður fyri AB, ið fekk eitt gott stig í Sarpugerði fyrr í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rógvi Egilstoft Nielsen skoraði tvey týdningarmikil mál fyri EB/Streym í Fuglafirði í dag - her í nærdyst við Bárð Olsen, ið er liðformaður fyri AB, ið fekk eitt gott stig í Sarpugerði fyrr í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-15 21:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 22. umfari í Betrideildini eru leiktir. 

Lagt var upp til ordans botnbrak í Fuglafirði, har EB/Streymur hevur vitjað í kvøld. Tað sást eisini, at liðini spældu fyri lívinum, og bæði liðini skoraðu fyrstu fimm minuttirnar. Fyrst stútaði verjuleikarin Poul G. Olsen útiliðið á odda í samband við hornasparksstøðu, men ÍF svaraði aftur, og tað var Hans Jákup Lervig, ið setti høvdið á innlegg frá Andy Olsen. Restina av hálvleikinum vóru ikki so nógvir møguleikar, men fimm minuttir fyri stegðin varð Arnbjørn Hansen feldur í ÍF-brotsteignum, og liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen umsetti til mál. Royndu Hans Pauli Samuelsen og Arnar Dam vóru eisini við frá byrjan hjá EB/Streymi.

Týdningarmikli dysturin tyktist vera avgjørdir miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Milan Svojic fyrst fekk sítt seinna gula kort, og Rógvi síðani gjørdist tvífaldur málskjútti. Við støðuni 1-3 og einum manni í undirtal, sá tað svárt út hjá ÍF, men heimaliðið fall ikki í fátt, og liðformaðurin Jan Ellingsgaard, ið varð fluttur fram í álopi seinatu løtuna, minkaði um munin smáar tíggju minuttir fyri leiklok. EB/Streymur kom nakað undir trýst, men liðið hjá Jákup Martin Joensen fekk sín fyrsta sigur í næstan fimm mánaðir og hevur nú seks stig niður til ÍF. Fuglfirðingar skulu nú veruliga vóna, at 07 Vestur ikki endar í topp-trý í 1. deild.

[object Object]
Jan Ellingsgaard skapti spenning í botndystin aftur, eftir at Milan Svojic, her í Víkinga-búnanum, fekk reytt kort fryi ÍF (Mynd: Sverri Egholm) 

KÍ greiddi sína skyldu móti TB á heimavølli. Heimaliðið legði eitt trýst beinanvegin, og tað var 2-0 miðskeiðis í 1. hálvleiki. Jóannes Bjartalíð brendi eitt brotsspark millum hesi málini, men økti við góðum beinleiðis frísparki í 2. hálvleiki. Tað kundi verið meira enn 3-0, men trý stig til liðið hjá Mikkjal Thomassen ið bjóðar NSÍ og B36 av. 

[object Object]Magnus Stamnestrø, við einari fortíð í Rosenborg, skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ í dag

HB og Víkingur skulu komandi vikuskifti spæla steypafinalu, og taparin verður í heldur trongum skóm, hvat evropeiskum plássið viðvíkur. Treytin er at enda frammanfyri steypavinnaran og eitt av hinum trimum oddaliðunum; tað vil siga á minst 3. plássið. Hjá serliga Víkingi verður hetta trupult - tað er greitt eftir dystirnar seinnapartin

[object Object]
Lyklaleikarar manglaðu hjá bæði Víkingi og HB í dag orsakað av leikbannunum 

Tá Skála vitjaði í Gundadali seinast í apríl, fóru teir appelsinlittu avstað við øllum. Hesaferð gekk tað tó ikki líka væl hjá liðnum hjá Eyðuni Klakstein. Hjá HB høvdu Adrian Justinussen og Magnus Egilsson leikbann - hjá Skála áleyparin Jákup Johansen. Tróndur Jensen fór út við skaða næstan beinanvegin. Tað sá heldur álvarsamt út, eftir at dugnaligi miðvalllarin tyktist at glíða, og Tróndur varð borin út á børu. 

[object Object]
Tróndur Jensen gjørdist skaddur eftir smáar fimm minuttir í dag

HB skoraði tvær ferðir innan tíggju minuttir í 1. hálvleiki, tað fyrra ein rein gáva frá útiliðnum,  og Skála hótti í roynd og veru ongantíð HB-sigurin eftir hetta, hóast útiliðið hevði nakrar støður, og Ari Olsen kom til ein stóran møguleika miðskeiðis í 2. hálvleiki. HB var nakað omaná, og kundi havt økt til 3-0 nakrar ferðir, áðrenn tað eydnaðist hjá vælleikandi avloysaranum hjá Tróndi, Sebastian Pingel, í yvirtíðini. HB er ikki heilt úti av FM-stríðnum enn, og liggur í øllum førum væl til at bjóða av um evropeiskt pláss, um tað ikki eydnast at vinna steypafinaluna. 

[object Object]
Sebastian Pingel kom inn tíðliga og skoraði tvey mál (Mynd: Olaf Olsen)

AB argaði Víking í Sarugerði. Lyklaleikarin Sølvi Vatnhamar sat uttanfyri við leikbanni hjá Víkingi, og tað gjørdi Heðin Hansen eisini. Stinni miðverjin Vukasin Tomic noyddist út tíðliga í dystinum. Stutt eftir hetta legði AB seg á odda. Víkingur svaraði aftur, tá Adeshina Lawal stútaði gott frísparksinnlegg úr vinstru í málið eftir hálvan tíma.

[object Object]
Lawal skoraði fyri Víking, men tað var ikki nógv mikið fyri Vìking at fáa trý stig eins og HB

Tað kom einki mál afturat í dystinum. Víkingur royndi at søkja at, men tyktist at mangla hugflog og gjøgnumbrotsmegi - og Sølva Vatnhamar. AB hótti uppá umstillingar, og kundi eisini havt avgjørt dystin. Eitt gott stig hjá argjamonnum, meðan hjá liðnum hjá Sámal Erik Hentze var tað eitt afturstig.  

Betrideildin - 22. umfar

HB - Skála 3-0 (2-0)
20' Ari Mohr Olsen 1-0
30' Sebastian Pingel 2-0
93' Sebastian Pingel 3-0

HB (4-3-2-1/4-4-2):
 Teitur Matras Gestsson - Bartal Wardum, Brynjar Hlöðversson (L), Lasse T. Andersen, Daniel Johansen - Tróndur Jensen (9' Sebastian Pingel), Dan í Soylu - Pætur J. Petersen (81' Jógvan Rói Davidsen), René Shaki Joensen, Símun Samuelsen - Ari Mohr Olsen (90' Símun Sólheim)

Skála (4-2-3-1): 
Karstin Hansen - Teitur R. Joensen, Fróði Benjaminsen, Petur Pauli Mikkelsen, Jákup Jakobsen - Janus Svabo Samuelsen (46' Djóni Jansson Petersen), Haraldur R. Højgaard (79' Ólavur Mikkelsen) - Ronni Møller-Iversen, Ari Olsen, Heðin Klakstein - Aksel B. Danielsen (70' Niels Pauli Danielsen)

Dómari: Kári á Høvdanum

Víkingur - AB (1-1)
18' Tóki á Lofti 0-1
30' Adeshina Lawal 1-1

Víkingur (4-2-3-1):Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic (15' Bergur Gregersen), Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Andreas Lava Olsen (89' Noah Mneney), Arnbjørn Svensson, Filip Djordjevic (89' Dion Splidt) - Adeshina Lawal

AB (4-2-3-1): Tobias Brogaard Larsen, Heri Mohr, Leivur Holm Joensen, Sørin Samuelsen, Gert Drangastein (Jónas Stenberg) - Bárður Olsen (L), Bjarni Skála - Tóki á Lofti (63' Filip í Liða), Rógvi Poulsen, Lukas Giessing - Bjarki Nielsen

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen



KÍ - TB 3-0 (2-0)
13' Magnus Stamnestrø 1-0
23' Jákup Biskopstø Andreasen 2-0
64' Jóannes Bjartalíð 3-0

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Daniesen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Magnus Stamnestrø, Simen Sandmæl (66' Páll A. Klettskarð), Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak (79' Jonn Johannessen) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (72' Torbjørn Grytten)  

TB (4-5-1): Milos Budakovic, Eirikur Ellendersen, Poul Ingason (54' Poul Ingason), Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred - John Villi Wøldike, Rógvi Joensen, Veljko Vukovic, Martin Tausen, Jens Erik Bruhn - Aron Sørensen (54' Nikolei Johannesen)

Dómari: Petur Reinert

ÍF - EB/Streymur 2-3 (1-2)
2' Poul Grunnveit Olsen 0-1
5' Hans Jákup Lervig 1-1
41' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-2 (br.)
65' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-3
78' Jan Ellingsgaard 2-3
Reytt kort: Milan Svojic (63')

ÍF (4-4-1-1): 
Petur Meinhard Magnussen - Dávid Langgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard (L), Andy Olsen - Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Sverri Ellingsgaard (46' Gundur Ellingsgard Petersen), Ári Ó. Ellingsgaard (66' Høgni Zachariassen) - Milan Svojic, Holgar Durhuus

EB/Streymur (5-4-1/3-4-3): Rói Zachariasen - Svein Knút Magnussen, Petur Zachariassen, Árni G. Olsen, Poul G. Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Magnus Jarnskor (71' Ragnar B. Danielsen) - Arnar Dam, Ragnar Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen (84' Teitur Debes Olsen) - Arnbjørn Hansen

Dómari: Dagfinn Forná

NSÍ - B36 0-3 (0-2)
7' Michal Pryzbylski 0-1
40' Benjamin Heinesen 0-2
58' Benjamin Heinesen 0-3

NSÍ (4-3-3): 
Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen (L), Einar Tróndargjógv - Jann Martin Mortensen (67' Klæmint Andrasson Olsen), Peder Nersveen (73' Betuel Hansen), Pól Johannus Justinussen - Búi Egilsson, Øssur Dalbúð (77' Jann Benjaminsen), Petur Knudsen

B36 (4-2-3-1):
 Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs (79' Hannes Agnarsson), Andrias H. Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Hugin Samuelsen (55' Bjarni Petersen), Eli Falkvard Nielsen - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (L) (70' Stefan Radosavljevic), Árni Frederiksberg - Michal Pryzbylski

Dómari: Alex Troleis

Les meira her


Støðan: 

1. B36 (53 stig) 22 dystir
2. NSÍ (48 stig) 21 dystir
3. KÍ (48 stig) 21 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 22 dystir
8. AB (15 stig) 22 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 22 dystir

 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder