Fótbóltur

HB hevur gjørt sáttmála við U21-landsliðsmálverja

21-ára gamli Rasmus Nilsson hevur higartil altíð spælt í donskum fótbólti. Tað sama er galdandi fyri Elias Rusborg - HB fer at leiga U21-landsliðsmiðverjan úr Hvidovre.

Rasmus Nilsson hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini sum eykamálverji. Hann kemur inn í HB-hópin sum ein avloysari fyri Bjarta Vitalis Mørk. Rasmus ynskir at læra av Teiti Gestsson men samstundis kappast um plássið í málinum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Rasmus Nilsson hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini sum eykamálverji. Hann kemur inn í HB-hópin sum ein avloysari fyri Bjarta Vitalis Mørk. Rasmus ynskir at læra av Teiti Gestsson men samstundis kappast um plássið í málinum (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2024-02-07 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í dag hevur HB kunngjørt ein nýggjan 21-ára gamlan spælara, sum kemur úr skandinaviskum felagi. Í gjár var tað ganesiski vongurin Emmanuel Duah, og nú er tað Rasmus Nilsson.

Sí eisini: HB hevur gjørt sáttmála við vong úr Gana

Rasmus er uppvaksin í Danmark og hevur umboðað fleiri feløg. Í fjør skifti hann til Frem eftir nøkur ár í Hvidovre, og nú flytir málverin við føroysku ættarbondunum til Havnar.

Rasmus Nilsson hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini sum eykamálverji. Hann hevur framvegis ikki spælt nakran landsdyst fyri Føroyar.

Sambært Transfermarket er hæddin yvir 190 cm, og hevur ungi málverjin ein dyst í steypakappingin fyri Frem. 

[object Object]
Rasmus Nilsson til U21-landsliðsvenjing (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

[object Object]
Teitur Matras Gestsson er liðformaður og lyklaspælari hjá HB. Her lyftir royndi málverjin Løgmanssteypið - landsliðsmálverjin var nakað plágaður av skaða í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggi maðurin í HB-hópinum er eitt slag av avloysara fyri Bjarta Vitalis Mørk, sum hevur skift til B36 í vetur. Teitur Matras Gestsson er komin fyri seg eftir skaða, men HB tørvar meira enn ein dugnaligan málverja í hópinum. Í viðmerking sigur Rasmus sjálvur, at hann bæði vil læra frá A-landsliðsmálverjanum men samstundis taka kappingina upp við hann.

- Eg kann læra eina rúgvu frá Teiti. Hann er ein royndur málmaður, sum hevur spælt eina rúgvu av stórum dystum. Hann kann geva mær góð ráð, so eg kann menna meg sum málmann. Saman skulu vit skapa eitt gott venjingarumhvørvi. So fáa vit at síggja, hvør stendur í málinum, tá kappingin byrjar. Men eg eri til reiðar at taka kappingina upp. Og eg vil geva alt fyri at vísa meg fram.

Í fyrstu syftu er sáttmálin millum HB og Rasmus Nilsson galdandi fyri kappingarárið 2024, men verður hann longdur við einum ári, um samstarvið gongst væl.

Portalurin skrivaði í síðstu viku, at HB helst fór at fáa Rasmus Nilsson og Elias Rusborg í hópin. Elias og Rasmus hava spælt eitt sindur saman í Hvidovre og eru báðir U21-landsliðsspælarar. Sum skilst er leiguavtala millum HB og Hvidovre um unga miðverjan nú komin uppá pláss, og verður Elias Rusborg kunngjørdur sum HB-spælari heilt skjótt.

Sí eisini: HB fær helst tveir U21-landsliðsspælarar í hópin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder