Fótbóltur

HB selt Mads Borchers til Svøríkis

Talan er um góða fíggjarliga avtalu, skrivar felagið. Umframt ikki upplýsta upphædd, hevur HB tryggjað sær ein prosentpart av møguligari víðarisølu av unga og evnaríka áleyparanum.

HB keypti Mads Borchers í vetur og selur hann nú víðari til Varrbergs BoIS í bestu svensku deildini. 21-ára gamli danin hevur skorað sjey og lagt upp til níggju mál í ár (Mynd: Sverri Egholm)

HB keypti Mads Borchers í vetur og selur hann nú víðari til Varrbergs BoIS í bestu svensku deildini. 21-ára gamli danin hevur skorað sjey og lagt upp til níggju mál í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-28 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin komu tíðindi fram, frá millum annað Tipsbladet, at Mads Borchers var á veg til botnliðið í bestu svensku deildini. Danski miðilin var, eins og miðil í Svøríki, næstan vísir í hesum, og nú ólavsøkuaftan váttar HB skiftið.

Sí eisini: HB missir nú helst eisini Mads Borchers

Á heimasíðu sínari skrivar havnarfelagið, at avtala er gjørd millum HB og svenska felagið Varbergs BoIS um sølu av Mads Borchers.

- Hóast tað altíð er keðiligt at missa sínar bestu spælarar, eru vit í HB errin av, at vinna enn einaferð kunnu senda spælarar víðari út í heim at fylgja dreyminum um eina yrkisleið. Hetta hevur í nógv ár verið eitt mál hjá felagnum.

Sambært HB er talan eisini um eina góða avtalu fíggjarliga fyri felagið. HB fær eina upphædd frá Varbergs BoIS - tað verður ikki upplýst hvussu stóra - umframt at felagð hava tryggjað sær ein prosentpart av møguligari víðarisølu. Tað vil siga, at um svenska felagið selur Borchers víðari, so fær HB nakað av peningi afturat fyri hann.

HB keypti 21-ára gamli danski áleyparin frá Esbjerg í vetur - 07 Vestur leigaði hann í fjør. Mads Borchers hevði sáttmála við HB til og við 2024, og tí skuldi Varbergs BoIS keypa hann leysan.

[object Object]
Hørður Askham og Mads Borchers eru farnir úr felagnum hesa vikuna (Mynd: Sverri Egholm)

Mads Borchers kom til 07 Vestur í fjør og hevur skotið 22 mál í 47 dystum í Føroyum. Sterki vinstrabeinti spælarin hevur níggju upplegg í Betrideildini í ár. Eingin hevur fleiri, og eru góðu avrikini í føroyskum fótbólti helst grundarlag fyri áhuganum úr fremstu røð í Svøríki.

Mads Borchers hevur spælt allar dystirnar fyri HB í ár og verður ein missur í álopskenda spælinum. Hørður Askham er júst farin úr HB til danska AB, Daniel Johansen skiftir til danska Thisted og Teitur Matras Gestsson og Samuel Johansen Chukwudi eru skaðadarvaðir.

HB er úti av Evropa men hevur møguleika at vinna steypakappingina. Í Betrideildini liggur liðið á 3. plássi, 13 stig aftanfyri KÍ. Liðið spælir aftur sunnudagin 6. august móti AB.

Keldur: Faroesoccer, bolt.fo, hb.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder