Dysturin í Klaksvík í gjár var triði útidysturin hjá HB á rað, og eins og í teimum báðum seinastu dystunum undan landsliðssteðginum endaði tað við teprum tapi.
Í 14. umfari vann HB annars 3-0 á júst KÍ, og var hetta samanlagt fjórði sigurin á KÍ í 2024. Tá hevði liðið hjá Adolfo Sormani eins nógv stig sum oddaliðið Víkingur, men átta umfør seinni er munurin tólv stig, og tá hevur Víkingur enntá spælt ein dyst færri enn fyrrverandi kappingarneytin.
Víkingur vann oddadystin í Sarpugerði fyrst í juli og saman við ógvuliga óvæntaða tapinum á Svangaskarði móti B68 vikuna frammanundan, setti hetta HB í væl truplari støðu til seinnu hálvu.
Eftir minniliga og góða heimadystin móti Hajduk Split í Conference League (0-0) vann HB tríggjar dystir á rað móti niðaru liðunum - uttan at lata mál inn. Síðani kom dramatiski hálvfinalusigurin í Sarpugerði. HB kom í steypafinaluna, men tað kostaði eisini nakað - síðani hevur sigursvanda felagið ikki vunnið.
HB hevur havt takið á KÍ í ár, men nú er KÍ frammanfyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skert lið - hava verið veikir á útivølli
23. juni skeyt Áki Samuelsen hattrikk móti KÍ. Samanlagt hevur Áki skorað 14 mál í ár, men álopskendi profilurin hjá HB hevur verið úti, síðani skaðan hann fekk móti Skála 5. august.
Sum heild hevur HB seinastu vikurnar verið rakt av skaðum og leikbannunum - tey flestu leikbannini hava verið heldur býtt. Móti KÍ sat Hanus Sørensen úti vegna reyða korti í Fuglafirði, og Mathias Voss hevði aftur leikbann - hesaferð vegna ov nógv gul kort. Bartal Wardum er júst komin aftur eftir skaða, og Mikkel Dahl, Mohamed Samba og Sammy Skytte eru framvegis skaddir.
Teitur Matras Gestsson spældi ikki móti NSÍ og ÍF vegna skaðan, sum málverjin fekk móti Víkingi. Avloysarin Rasmus Nilsson kostaði í báðum dystunum, hann spældi.
Báðir vóru í Eysturoynni, og HB hevur tapt seks av sínum seinastu átta útidystunum. Avrikini hava sum heild ikki verið nóg góð til sigrar, og nú hongur eitt væleydnað kappingarár hjá HB á einum knaka: Steypafinaluni.
HB hevur ikki tapt móti B36 í fimm ár. At vinna eitt steyp er týðandi fyri sjálvskensluna hjá sigursvanda HB. Løgmanssteypið gevur eisini 2. umfar í Conference League og nógv fleiri peningur, enn eitt 3. pláss, ið teir í reyðum og svørtum síggja út til at fáa, gevur. HB hevur havt eitt betri kappingarár, enn tey allarflestu væntaðu, har millum annað fleiri ungir mans eru komnir framat. Samanlagda myndin kann tó síggja væl verri út við finalutapi móti grannunum 2. november.
Seinastu ellivu dystirnir hjá HB - síðani sigurin á KÍ 23. juni:
B68 - HB 1-0
Víkingur - HB 2-0
Hajduk Split - HB 2-0
HB - Hajduk Split 0-0
HB - Skála 3-0
EB/Streymur - HB 0-4
HB - B68 1-0
Víkingur - HB 3-4
NSÍ - HB 3-2
ÍF - HB 2-1
KÍ - HB 1-0
Fýra sigrar, ein javnleikur og seks tap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald