19. apríl tapti HB á Svangaskarði og var hetta byrjanin til ringu gongdina hjá liðnum í Meistaradeildini. Í teimum næstu fimm umførunum eftir sigurin í Streymnesi í 5. umfari, fekk HB bert eitt stig til høldar (1-1 móti AB í Gundadali).
Í gjárkvøldið brast fyri nev. Liðið hjá André Olsen lønti B68 tapinum í 6. umfari aftur. Hetta við 1-0 sigri í útsettum dysti.
Hoyr eisini: Dómarin á Svangaskarði sunnukvøldið: - Tað var ikki ráðiligt at byrja dystin
HB fekk hol á longu eftir tíggju minuttir við máli frá Dan í Soylu. Hetta gjørdist eisini einasta málið í dystinum, tí B68 ikki megnaði at svara aftur.
Sí eisini:
Sigursmálskjúttin hjá HB: Ein forloysandi kensla
Jákup A. Olsen: B68 megnaði alt ov lítið í seinna hálvleiki
Harvið er HB nú trý stig frammanfyri júst B68 og trý stig frá Víkingi, sum er á 4. plássi; og vitjar Gundadal leygardagin klokkan 17.
Les meira um dystirnar sunnudagin her: Allir favorittarnir vunnu - men tað var tepurt
Meistaradeildin menn, 11. umfar
Í gjár, mánadagin 26. mai
B68 - HB 0-1 (0-1)
11' Dan í Soylu (Ási Dam) 1-0
Hanus Højgaard: - Vit eru argir um hetta tapið
Sunnudagin 25. mai
KÍ - AB 2-1 (2-0)
34' Deni Pavlovic 1-0
42' Jákup Biskopstø Andreasen (Filip Brattbakk) 2-0
80' Bjarki Nielsen, br. 2-1
Reytt kort: Jean Carlos De Brito, KÍ (seinna gula í 83' minutti)
Meira um dystin sæst her
Viðmerkjarin hjá FM1: AB kann halda høvdið høgt - KÍ avrikar ikki nóg væl enn
Víkingur - Skála 2-1 (2-0)
14' Aron Benjaminsen (Jørgen Nielsen) 1-0
22' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-0
74' Simon Jørgensen 2-1
EB/Streymur - NSÍ 0-1 (0-0)
55' Petur Knudsen (Jann Julin Benjaminsen) 0-1
B68 - 07 Vestur 1-0 (1-0)
44' Boubacar Sidik Dabo (Tobias Hansen) 1-0
Meira um dystin sæst her
Les eisini: Allir favorittarnir vunnu - men tað var tepurt
Fleiri samrøður á fm1.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald