Fótbóltur

HB og B36 fóru avstað í góðari tíð

Havnarfeløgini hava sama útgangsstøði undan seinnu dystinum í 1. umfari í Conference League, sum verða spældir í lumpisligum umstøðum hósdagin.

Teir á vinnandi liðnum til fyrstu venjingina hjá B36 í Estlandi (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Teir á vinnandi liðnum til fyrstu venjingina hjá B36 í Estlandi (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2023-07-18 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði vóru nær við at skora nakrar ferðir í heimadystinum, sum tey samanumtikið sótu á  - serliga B36. Tað verður nú nakað truplari hjá havnarfeløgunum, ið skulu til ókendar umstøður at vinna eftir 0-0 á heimavølli.

Bæði tykjast tó at fyrireika seg heilt væl, og hóparnir fóru av landinum longu í gjár: B36 fyrrapartin og HB nakað seinni. B36 skal spæla í estiska høvuðsstaðnum Tallin, og HB spælir í Derry (Londonderry) í Norðurírlandi.

[object Object]
B36-ferðalagið beint áðrenn fráferð í gjáramorgunin (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

[object Object]

HB-hópurin við fráferð úr Gundadali (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Nú eru liðini í londunum, har dystirnir skulu spælast, og skulu bara hugsavna seg  um næstu stóru uppgávuna. Í báðum førum verður talan um ein vøll, sum eftir føroyskum fyritreytum kann metast sum verri enn Ovari Vøllur og Tórsvøllur.

Í viðtalu við Portalin fyri stuttum segði Stefan Radosavljevic, ið spælir í somu deild sum Derry City, at mótstøðuliðið hjá HB sum heild spælir betri fótbólt á útivølli, tí undirlagið á Brandywell ikki er so gott - tað er graslíki men eldri útgáva í mun til tað, sum verður nýtt í Føroyum. HB hevði yvirtakið við bóltinum í serliga fyrra hálvleiki á Tórsvølli og er eitt tekniskt sterkt lið, so spurningurin er, hvønn hetta er til fyrimuns fyri.

Hjá B36 er talan um ein grasvøll. Venjarin Dan Brimsvík segði eftir málleysa javnleikin mikudagin, at dystarætlanin í Estlandi kemur at hanga eitt sindur saman við, hvussu vøllurin sær út. Útfrá upplýsingunum, sum teir høvdu áðrenn, vóru vónirnar ikki heilt góðar í mun til góðskuna. Talan er ikki um vanliga heimavøllin hjá Paide Linnameeskond um Kadrioru leikvøllin í høvuðsstaðin.

Heimasíðan bolt.fo hevur hugt eitt sindur í veðurkortini, og tað sær ikki út til, at havnarfeløgini fara at at fáa veruligar trupulleikar við hita. Tað verða helst umleið tjúgu hitastig, tá bríkslað verður í gongd klokkan 18.45 lokala tíð hóskvøldið í estiska høvuðsstaðnum og nøkur færri, tá Derry og HB byrjað á Brandywell 19.45 lokala tíð. 

Seinnu dystirnir hjá føroysku feløgunum í evropeiskari kapping
Mikudagin 19. juli, Budapest - Champions League
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0)

Les eisini: 
Magne Hoseth: - Tað vera broytingar byrjanaruppstillingini

Hósdagin 20. juli - Conference League
16.30: Paide Linnameeskond - B36 (0-0) - Spældur í Tallinn

19.00: Víkingur- Inter Club D' Escaldes (1-2) - Spældur í Klaksvík (Tilfar úr Víkinga-leguni seinni)

19.45: Derry City-HB (0-0) Derry

Televarpið vísir allar dystirnar í Conference League

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder