Fótbóltur

HB og B68 leggja til brots fríggjadagin

Hini átta liðini í Betrideildini spæla sínar fyrstu dystir sunnudagin.

2025-03-05 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er bíðitíðin næstan av hjá nógvum fótbóltsfjepparum í Føroyum. Seinastu venjingardystirnir, umframt stórsteypadysturin, vóru á skránni síðsta vikuskifti og nú í vikuskiftinum verða teir fyrstu kappingardystirnir í yvir fýra mánaðir spældir.

Teir eru hesir - Betrideildin, 1. umfar
Fríggjadagin 7. mars
18.30: HB - B68

Sunnudagin 9. mars
14.00: FC Suðuroy - EB/Streymur
14.45: TB - Víkingur
15.00: NSÍ - B36
15.00: KÍ - 07 Vestur

Steypavinnararnir taka ímóti liðnum hjá Jákupi á Borg í fyrra dystinum. Hóast nógvir spurningar eru kring liðið hjá Adolfo Sormani, og stórir profilar frá 2024 eru burtur, so vísti HB í stórsteypadystinum móti Víkingi, at tað kann vinna. HB má metast sum stórfavorittur í Gundadali móti B68, sum í evstu løtu í fjør slapp undan niðurflyting.

Til ber at fylgja gongdini og síggja kunning um allar dystirnar ovast á portal.fo

Øll dystarskráin sæst HER - landsliðssteðgur verður eftir 2. umfar, tá allir dystirnir verða spældir sunnudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder