
Í nógvum vindi spældu Víkingur og HB ein hálvvánaligan dyst um Lions stórsteypið tíðliga í kvøld. Tað sást væl, at tað er 1. mars, og at liðini skulu ordiliga í gongd.
Víkingur er í gongd við tilveruna uttan Geza David Turi á miðvøllinum. Í dag manglaði Ari Olsen eisini á bakkinum, umframt at bæði Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen byrjaðu á bonkinum. Teir í ljósabláum høvdu bóltin nógv men høvdu trupult við at skapa málmøguleikar á degnum móti einum ógvuliga verjukendum HB-liði, sum spældi við fimm verjuspælarum. Tó uttan skaddu Bartal Wardum og Ása Dam.
HB skoraði, fyrstu ferð liðið var nær við nakað. Talan var tó ikki um ein veruligan málmøguleika. Dan í Soylu, ið er komin aftur úr KÍ, sendi horna inn úr vinstru, vinsturin tók bóltin nakað og snýtti Bárð á Reynatrøð.
Leirvíkingurin hevði ikki tann besta dagin í málinum hjá føroyameistarunum, og í 48. minutti fekk Emil Grønn Petersen bóltin framvið honum. Nýggi norski áleyparin hjá HB varð sendur avstað í høgru, og úr spískum skeyt bóltin millum beinini á Atla Gregersen og niður í longra málhorn.
Víkingur royndi at leggja trýst á, og hóast Olaf Bárðarson eina løtu gav meira bit í, so vardi HB væl fyri tingunum, og tað endaði 2-0.
Annað árið at rað at liðið hjá Adolfo Sormani vinnur stórsteypið. Annars hevur aftur verið heldur lítið væntað av teimum reyð-svørtu upp til kappingarárið.
Skíggjamynd: Televarpið
Stórsteypadysturin hjá monnum 2025
HB (steypavinnari) - Víkingur (føroyameistari) 2-0 (1-0)
26' Dan í Soylu 1-0
48' Emil Grønn Petersen 2-0
Yvirlit yvir spælarar og meira um dystin sæst her
Talan var um aðalroyndina til byrjanina av Betrideildini, sum byrjar fríggjakvøldið í Gundadali, tá júst HB tekur ímóti B68.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald