Í teimum trimum dystunum ið byrjaði klokkan 15.00 vunnu útiliðini góðar sigrar. Í øllum trimum dystunum vórðu trý mál skorað: KÍ vann 3-0 á B36, ið hevði fult stigatal undan umfarinum, EB/Streymur vann 2-1 á Skála, ið var oddalið undan umfarinum, og Víkingur vann á TB í Trongisvági.
Les meira: Útiliðini gjørdu av álvara bart
Í teimum báðum dystunum í kvøld var nógv uppá spæl hjá liðunum. HB og NSÍ skuldu hava trý stig fyri at gera seg galdandi í oddastríðnum - møguleikin var fyri at nærkast B36 og Skála. Hjá ÍF og AB snúði tað seg um at fáa stig í botnstríðnum. Tey bæði liðini fingu eisini gjørt tað trupult fyri topp-fimm liðini, men tað rakk ikki til stig.
AB leikti ein góðan dyst í Gundadali. Argjamenn bjóðaðu HB av og vístu moral og styrki við at svara tríggjar ferðir aftur. Hjá heimaliðnum var Adrian Rúnasson aftur eyðsýndur. Hann tykist veruliga at vera komin í gongd, og eftir eitt lítið korter fann hann Símun Samuelsen, ið legði HB á odda. Nú kundi væntast, at HB fór av álvara at seta seg á dystin, men ístaðin hótti AB fleiri ferðir, og serliga Bjarki Nielsen var nær við. Beint eftir hálva tíman kom útjavnandi málið, og tað var liðformaðurin Bárður Olsen, ið hegnisliga beindi bóltin í málið í samband við eitt hornaspark. Heimaliðið svaraði aftur beint fyri seinasta bríksl í 1. hálvleiki. Aftur kom málið frá hornasparkið - hesaferð beinleiðis frá Magnusi Egilssyni - har HB fekk nógv trýst kring unga málverjan hjá AB, Sverra Petersen.
Sorin Anghel hevur helst sagt okkurt rætt í stegðinum, tí beinanvegin eftir steðgin eydnaðist hjá Bjarka at skora. Tað gingu bert fáir mintutir til Adrian Justinussen fekk fatur á bóltinum nakað uttanfyri brotsteigin hjá AB, og smekkaði hann inn eftir fín trekk. Filip í Liða vildi eisini spæla við, og ungi leikarin setti eitt gott langskot í málið til 3-3. Hetta kom næstan beint aftaná, at Teitur Gestsson hevði bjargað brotssparki. Dysturin lá nú og vippaði, men hóast góða stríðið hjá AB, so var tað "stóribeiggi" HB, ið fór avstað við sigrinum. Aftur var tað Adrian frá brotsteigarmarkinum, og undirhaldandi dysturin sendi harvið HB aftur á sigurskós. Níggju mál inn í tveimum dystum er ikki jaligt hjá AB, men tað er samanlagda avrikið í dag tó.
Í Runavík loypti ÍF, ið segði venjaran Hegga Samuelsen upp í gjár, hvøkk á. Tað hendi ikki nógv í 1. hálvleiki, men í 27. minutti misti Betuel Hansen bóltin mitt á egnari hálvu, Jóhan Petersen fekk fatur á bóltinum, og skjóti og sterki áleyparin setti ein verjuleikara av, áðrenn hann fekk bóltin framvið Tórða Thomsen.
Tað var bakandi sól í 1. hálvleiki, og sum tað myrknaði í 2. hálvleiki, vaks trýstið hjá heimaliðnum. Eftir tapið í Klaksvík seinast, var tað sera umráðandi at vinna á botnliðnum, og runavíkingar tóku fyrsta stigið, tá Oddur Højgaard stútaði hornaspark í málið. ÍF helt fram at standa væl ímóti, meðan NSÍ sendi nógvar langar bóltar niðan á Pól Jóhannus Justinussen. Tað sum gav úrslit var tó at skifta Búa Egilsson inn. Suðuroyingurin fekk beinanvegin fatur á bóltinum, og tók so sakina í egnar hendur. Við skotinum við vinstra beini gav hann NSÍ leiðsluna, og skoraði sítt fyrsta mál í gulu troyggjuni. Jann Benjaminsen staðfesti sigurin við hegnisligum máli í yvirtíðini, og NSÍ er aftur á 4. plássi.
HB - AB 4-3 (2-1)
'14 Símun Samuelsen 1-0
'32 Bárður Olsen 1-1
'45 Magnus Egilsson 2-1
'46 Bjarki Nielsen 2-2
'50 Adrian Justinussen 3-2
'57 Filip í Liða 3-3
'72 Adrian Justinussen 4-3
NSÍ - ÍF 3-1 (0-1)
27' Jóhan Petersen 0-1
65' Oddur Højgaard 1-1
79' Búi Egilsson 2-1
94' Jann Benjaminsen 3-1
Fyrr í dag:
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
'15 Simen Sandmæl 0-1
'80 Darius Lewis 0-2
'88 Jóannes Bjartalíð 0-3
Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0)
'44 Jákup Johansen 1-0
'48 Steffan A. Løkin 1-1
'81 Niklas T. Kruse 1-2
TB - Víkingur 1-2 (0-0)
'49 Sølvi Vatnhamar 0-1
'52 Adeshina Lawal 0-2
'90 Stefan Radosavljevic 1-2
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (14 stig)
2. Skála (12 stig)
3. B36 (12 stig) *
4. NSÍ (10 stig)
5. HB (9 stig)
6. TB (8 stig)
7.Víkingur (7 stig) *
8. EB/Streymur (6 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst færri
Mánadagin, 2. Páskadag, eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypinum á skránni. 7. umfar í Betrideildini verður leikt næsta vikuskifti:
7 | 28.04.19 | HB | SKÁLA | - | |
7 | 28.04.19 | AB | Víkingur | - | |
7 | 28.04.19 | KÍ | TB | - | |
7 | 28.04.19 | NSÍ | B36 | - | |
7 | 29.04.19 | EB/Streymur | ÍF | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald