Fótbóltur

HB omaná í grannauppgerðini

Bartal Wardum legði HB á odda eftir eitt korter, og Mikkel Dahl setti punktum seint í dystinum.

Nógvar søgur hava verið frammi um Dalibor Savic og venjaratoymi hjá HB.  Í kvøld fingu sviin og lið hansara ein týdningarmiklan sigur (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvar søgur hava verið frammi um Dalibor Savic og venjaratoymi hjá HB. Í kvøld fingu sviin og lið hansara ein týdningarmiklan sigur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-03 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 royndi og hevði nakrar góðar støður seint í fyrra hálvleiki og eftir stegðin, men tað vóru teir reyð-svørtu, ið vóru skarpari í kvøld.

HB hevði yvirvág fyrstu løtuna, og afturvendi Bartal Wardum stútaði bóltin í B36-málið eftir hornaspark frá Viljormi Davidsen í 15. minutti.

[object Object]
Bartal Wardum hevur júst skorað fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

Júst Viljormur fekk møguleikan úr ellivu metrum, tá ein tími var leiktur, men Mattias Lamhauge bjargaði brotssparkinum. Hetta kostaði tó ikki. Mikkel Dahl økti til 2-0 eftir skjótt álop seint í dystinum og staðfesti ein týdningarmiklan sigur fyri HB.

HB hevur harvið fult stigatal efrir tveir dystir. Samrøður og meira seinni. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)

Í dag, mánadagin, 3. apríl
B36 - HB 0-2 (0-1)
15' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 0-1
87' Mikkel Dahl (Mattias Præst Nielsen) 0-2

Støðan í Betrideildini 

1. KÍ 6 stig
2. HB 6 stig 
3. 07 Vestur 4 stig
4. Víkingur 3 stig
5. B36 3 stig 
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig 
8. B68 1 stig
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig 

*Ein dyst færri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder