Fótbóltur

HB ov lítið burturúr í 1-0 sigri

Eitt væl spælandi HB-lið fekk ikki nóg nógv burturúr ímóti Newtown. Bartal Wardum skoraði einsamalla málið.

Bartal Wardum skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bartal Wardum skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-07 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var eitt tendrað HB lið, sum í kvøld í Gundadali tók ímóti Newtown úr Wales.

HB hevði at kalla alt spælið í fyrra hálvleiki, men frammanfyri málinum vóru teir reyðu og svørt als ikki nóg neyvir, og støðan var 0-0 í hálvleikinum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið mótvind, og hetta ávirkaði spælið nakað. Men í 66. minutti bragdaði. Daniel Johansen við hornasparki og í sekstanmetrinum stóð Bartal Wardum klárur við høvdinum.

1-0 til heimaliðið, sum nú skuldi út at jagstra málið til 2-0 og helst økja til meira enn tað. Málið kom ongantíð, og útiliðið fekk móti endanum fleiri møguleikar og vóru til tíðir vandamiklir.

HB kann fegnast um ein sigur, men 1-0 er ikki betri enn næstbest, nú uppgerðin skal avgerast í Wales um eina viku.

HB - Newtown AFC 1-0 (0-0)
66' Bartal Wardum 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder