Italiumaðurin Adolfo Sormani er settur sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá HB. Hetta kunnger felagið á heimasíðuni seinnapartin.
Afturat sær hevur hann Giovanni Mazella og Gilberto Voltolina, sum verða ávíkavist hjálparvenjari og fysiskur venjari.
(Mynd: HB)
Adolfo Sormani er 58-ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið ungdómsvenjari í italsku stórfeløgunum Napoli og Juventus. Í 2012 gjørdist hann hjálparvenjari hjá navnframa Gianfranco Zola í enska felagum Watford, har hann var við til at vinna uppflyting til Premier League.
Eftir Watford hevur Adolfo verið høvuðsvenjari hjá italsku feløgunum FC Südtirol og Lavello, albanska FK Partizani og danska Vejle.
HB sigur, at nýggja venjaratoymið longu er farið til verka, og er í gongd við fyrireikingarnar til kappingarárið 2024.
Italiumaðurin kemur í ein heitan venjarasess, har tað verður kravt nógv. Í HB er gull og steyp málið hvørt ár, og verður tað málið ikki rokkið, er tað ikki nóg gott. Jákup Martin Joensen hevur verið høvuðsvenjari síðan apríl í ár, tá Dalibor Savic segði seg úr starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald