Fótbóltur

HB skal reisa seg

HB tekur ímóti HJK í Gundadali í kvøld. Fyrri dysturin í Helsinki endaði 3-0.

2019-07-16 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Svangaskarði er nógvur spenningur um, hvør kemur víðari í kvøld. Eftir 1-1 í Vilnius hevur KÍ góðan møguleika at koma víðari í Europa League. 

Les eisini: KÍ kann skriva søgu í kvøld

Ein tíma eftir at bríkslað verður í gongd á Toftum byrjar dysturin í Gundadali ímillum HB og HJK Helsinki. Finska liðið vann 3-0 í fyrra dystinum, hóast HB var í yvirtal í ein tíma í finska høvuðsstaðnum. Finska meistaraliðið spældi klókt og skal í kvøld royna at gera arbeiði liðugt. 

Við 3-0 tapinum eru fyritreytirnar hjá HB ógvuliga truplar. Liðið hjá Heimir Gujónsson skal royna at fáa sjálvsálit aftur. Møguleikin er at skaffa føroyskum fótbólti virðismikið stig. Møguleikin at koma víðari er heilt lítil; HB skal skora minst trý mál - um útiliðið fær mál skulu havnarmenn hava fimm mál. 

Um HB ikki kemur víðari, so eru tó minst tveir evropeiskir dystir. Tað verður so í  í Europa League. Vit hava fyrr sæð føroysk lið staðið seg væl í heimadystinum, eftir at uppgerðin annars er so gott sum avgjørt eftir útidystin; hóast talan er um eitt sterkt lið. Føroyameistararnir hava avgjørt dygdirnar til á einum góðum degi at taka dystin upp við finsku meistararnar og eru nú á heimavølli. 

Vit dagføra støðuna í dystinum og hava myndir úr Gundadali.  

Champions League 1.umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 19.00 í Gundadali
HB (0) - HJK Helsinki (3)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder