Fótbóltur

HB steypavinnari eftir brotssparkskapping

B68 stríddist hart í 120 minuttir og til síðsta skot, men Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrstu royndini úr ellivu metrum, og HB-skjúttarnir vóru ógvuliga tryggir.

Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrsta skotinum hjá B68 í brotssparkskappingini, og nú hevur hann vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir seinastu fimm árini (Mynd: Sverri Egholm)

Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrsta skotinum hjá B68 í brotssparkskappingini, og nú hevur hann vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir seinastu fimm árini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-04 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki langt frá, at B68 fekk ein søguligan steypasigur og harvið evropeiskt pláss á Tórsvølli í kvøld. Ístaðin endar Løgmanssteypið aftur í HB-húsinum og síðsta evropeiska pláss í grannahúsinum.

HB skapti sum nóg mikið at vinna finaluna, men B68 stríddi seg ógvuliga væl inn í dystin og var í roynd og veru nærri við í longdu leiktíðini. Eitt flott liðavrik av liðnum hjá Jákupi á Borg, har kanska serliga miðverjan við ungu lokalu Áka Johannesen og Aroni Reinert Hansen í miðverjini stóð sterk í miðjuni.

Les eitt sindur meira um vanligu leiktíðina her.

Áskoðarnir - á báðum síðum - gjørdu eisini sítt, og bitu helst neglirnar heilt niður, tí tíggju brotsspørk skuldu til fyri at avgera steypafinaluna.

[object Object]

[object Object]Reyði Pantarin var fantastiskur...

[object Object]
...og teir í reyðum stríddist væl á vøllinum. Tað var tó ikki mikið (Myndir: Sverri Egholm)

HB-spælararnir gjørdu sítt úr ellivu metrum. Í roynd og veru vóru allir fimm skjúttarnir púra tryggir, hóast Benjamin Schubert, ið hevði nakrar stórbjargingar í dystinum, royndi sítt. Teitur Matras Gestsson er tiltikin góður úr ellivu metru, og HB-liðskiparin las Sebastian Lau Nielsen, ið skeyt fyrsta brotssparkið hjá B68.

B68 hevur brent nøkur brotsspørk í ár, og í kvøld kostaði eitt slíkt. Harvið endar eitt tungt ár hjá felagnum við tapi á størsta pallinum - Jákup á Borg, hansara menn, Reyði Pantarin og øll í Nes Kommunu kunnu tó vera errin av hesari finaluni. 

Hanus Sørensen átti avgerandi skotið, og eftir tað reyk blusan, og HB'arnir kundu stórfegnast. Finalusigur nummar 29 hjá felagnum, tann triði og seinastu fimm árini og liðið hjá Jákupi Martin Joenen endaði árið væl.

[object Object]
Hanus Sørensen hevur skorað seinasta málið - 22-ára gamli hoyvíkingurin var ógvuliga tryggur (Mynd: Sverri Egholm)

Finalan um Løgmanssteypið 
Í dag, leygardagin 3. november
B68 - HB 3-5  eftir brotssaparkskapping - 0-0 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð

Brotssparkskapping:
Adrian Rúnason Justinussen 0-1
Sebastian Lau Nielsen brennir (Teitur Matras Gestsson bjargar)
Viljormur Davidsen 0-2
Jørgen Nielsen 1-2
Ári Mohr Jónsson 1-3
Hjalti Strømsten 2-3
Heri Hjalt Mohr 2-4
Alex Mellemgaard 3-4
Hanus Sørensen 3-5


Fleiri myndir og samrøður seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder