Fótbóltur

HB tryggjaði sær greipuna

Hetta gjørdi HB við einum máli í hvørjum hálvleiki. Víkingur hevði stórar møguleikar í 2. hálvleiki, men samanlagt var liðið hjá Jens Berthel Askou omaná.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-05 17:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki gjørdi innskifti Mads Boe Mikkelsen bart við vøkrum málið, og harfrá royndi HB at koyra sigurin heim.

Les eisini: Sjálvmál skilur partarnar í stegðinum

Víkingur hevði tveir risa møguleikar miðskeiðis í 2. hálvleiki. Fyrst var tað Sølvi Vatnhamar, ið onkursvegna stútaði uppum málið, eftir at Teitur Gestsson hevði bjargað frísparkssroynd frá Ara Olsen. Lítla løtu seinni misti HB bóltin í uppspælinum, Finnur Justinussen gjørdist heilt fríur men skeyt framvið.

Víkingur kendi harvið ikki sína vitjunartíð - hevði eisini ein stóran møguleika stutt fyri steðgin - men yvir 90 minuttir var HB við yvirlutan og gjørdi sítt fyri at fáa Løgmanssteypið heim annað árið á rað og sína fyrstu greipu síðani 2004. Fyrsta kappingarárið hjá Jens Berthel Askou í felagnum hevur harvið verið sera væleydnað. Fyri Vìking merkir hetta, at tað heldur ikki verður evropeiskur fótbóltur komandi ár.

Finalan um Løgmanssteypið
Tórsvøllur 05.12
Víkingur  - HB 0-2 (0-1)
24' Sjálvmál
55' Mads Boe Mikkelsen

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Noah Mneney (82' Martin Klein Joensen), Bogi Reinert Petersen (56' Geza David Turi) - Arnbjørn Svensson (Olaf Bárðarson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussenn

HB (4-3-3): 
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Hørður Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen (46' Jógvan Rói Davidsen) - Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu - Adrian Rúnason Justinussen, Mikkel Dahl (76' Pætur Petersen), Hilmar Leon Jakobsen (46' Mads Boe Mikkelsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder