Fótbóltur

HB vann aftur greitt á tvífalda greipuvinnaranum

ÍF/Víkingur/B68 er framvegis oddalið.

HB vann tryggan sigur á Skála
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB vann tryggan sigur á Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-17 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini hjá kvinnum eru leiktir í dag.

EBS/Skála er í einari heilt aðrari útgávu enn í fjør. Tað vísr dómaraseðilin frá dystinum á Skála í kvøld. HB vann heili 7-1 í Stórsteypadystinum ímillum liðini fyri tveimum vikum síðani, og var stórfvorittur hóast tað var á útivølli. Í dag vann HB 4-0. Julia Naomi Mortensen gjørdist tvífaldur málskjútti, og havnarkvinnur komu væl frá byrjan í Betrideildini.

Nýggj felagsliðið, ið byrjaði við 4-1 sigri á EBS/Skála í 1. umfari, vann í dag smalan sigur á B36 í Gundadali. Roynda Jacoba Langgaard kom á máltalvuna seinasta vikuskifti, og miðvallarin gjørdist matchvinnari í dag. Harvið hevur ÍF/Víkingur/B68 fult stigatal eftir tvey umfør, og B36 hevur tapt tveir teprar ósigrar.

HB - EBS/Skála 4-0 (1-0)
1-0 Julia Naomi Mortensen  
2-0 Heidi Sevdal 
3-0 Rebekka Fjalsá Benbakoura
4-0 Julia Naomi Mortensen  

Sí dómaraseðilin her

B36 - ÍF/Víkingur/B68 0-1 (0-1)
0-1 Jacoba Langgaard 

Sí dómaraseðilin her

KÍ hevði frí hetta umfarið. Leygardagin vitja klaksvíkskvinnur hjá oddaliðnum, og í Havn er grannauppgerð á skránni.  

Støðan: 

1. ÍF/Víkingur/B68 2 2 0 0 5-1 (+4) 6
2. HB 1 1 0 0 4-0 (+4) 3
3. 1 1 0 0 2-1 (+1) 3
4. B36 2 0 0 2 1-3 (-2) 0
5. EBS/Skála 2 0 0 2 1-8 (-7) 0

(Talva og dómaraseðlar: fsf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder