Seinastu seks vikurnar hevur VFF Cup verið leikt. Áður hevur tað verið skipað sum ein dagur við nógvum styttrum dystum, men í fjør varð tað fyrstu ferð skipað sum fimm umfør við fimm dystum í hvørjum og síðani einum endaumfari, har allir dystirnir eru í Gundadali.
Tað eru liðini í Betrideildini, ið hava spælt hesar skipaðu venjingardystir. Í ár hevur B68 tó verið við, tí TB meldaði frá; dentur verður lagdur á nógvar venjingar har suðuri, og av tí at fleiri lið hava verið/fara suður á venjingarlegu so liggur væl fyri at fáa venjingardystir hjá teimum svørtu og hvítu. HB kemur næsta vikuskifti á vitjan, meðan KÍ er vertir fyri Klaksvíkskappingini, har B36, NSÍ og Víkingur vitja.
Adrian Justinussen, ið so at siga skorar hvørja ferð móti Víkingi, gjørdi hattrick í finaluni móti barndómsfelagnum. Hann gjørdist eisini toppskjútti í kappingini (Savnsmynd)
21-ára gamli kantspælarin fann netmeskarnar aftanfyri Elias Rasmusssen tríggjar ferðir (Mynd: Jens Kr. Vang)
HB vinnur sum oftast VFF Cup, og aftur í ár eydnaðist tað hjá teimum svørtu og reyðu. 3-1 sigurin móti Vìkingi í finaluni kom orsaka av trimum perlum frá Adrian Rúnasson Justinussen: Tvey beinleiðis fríspark og eitt langskot.
Myndir frá finaluni: Adrian, Adrian og aftur Adrian
VFF Cup - endaumfar
Leygardagin 15/2:
9-10 pláss: B68 - AB 0-1 (0-0)
60' Bjarki C. Nielsen 0-1
7-8 pláss: EB/Streymur - Skála 2-2 (2-0) - 7-3 eftir brotssparkskapping
23' Arnbjørn Hansen 1-0
48' Teitur Debes Olsen 2-0
77' Andreas Egeberg Jacobsen 2-1
84' Niels Pauli Danielsen (br.) 2-2
3-4 pláss: B36 - KÍ 1-2 (0-1)
45' Sebastian Avanzini 0-1
75' Óli Eyðsteinsson Poulsen 0-2
86' Michal Przybylski 1-2
Finala: HB - Víkingur 1-3 (2-1)
39' Adrian Rúnasson Justinussen 1-1
42' Sjálvmál 1-1
45' Adrian Rúnasson Justinussen 2-1
65' Adrian Rúnasson Justinussen 3-1
Sunnudagin 16/2:
5-6 pláss: NSÍ – ÍF 4-0 (0-0) (Við Løkin – Runavík)
1-0 Aron Kundsen
2-0 Petur Kundsen
3-0 Petur Knudsen
4-0 Betuel Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald