
30 ára gamli stríðsmaðurin kom saman við íslendska venjaranum Heimir Guðjónsson til HB undan kappingarárinum 2018, har Brynjar hevði ein lyklaleiklut á HB liðnum, ið vann FM.
Nú váttar íslendingurin fyri bolt.fo, at hann ikki heldur fram í HB.
Brynjar sigur við bolt.fo, at hann ynskti at halda fram í HB, men at HB vísti lítlan áhuga í at leingja samstarvið. Harafturat sigur hann, at fleiri íslendsk feløg hava víst honum áhuga, men at hann eisini er opin fyri møguleikanum at halda fram í Føroyum. Tað einasta, ið er heilt vist er, at hann heldur ikki fram í HB.
Brynjar Hløðversson spældi í 2018 27 dystir fyri HB í øllum kappingum, har hann fekk 7 gul kort. Í 2019 spældi hann somuleiðis 27 dystir, har hann skeyt eitt mál, fekk átta gul kort og eitt reytt kort.
Brynjar var við til at vinna FM í 2018 og steypakappingina í 2019 við HB.
Hagtøl: faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald