Ljósmastrar vórðu herfyri settar upp kring tennisvøllin í Gundadali, og í dag tendraðu ljósini. Ein lítil móttøka var í Gundadali, tá ið ljósini vórðu tendrað.
Fyri knøppum 2 árum síðani varð verandi undirlag lagt á vøllin. Gamla undirlagið var úr gummi og hevði næstan 30 ár á baki. Nú er undirlagið úr graslíki og sandi. Hetta hevur eitt nú gjørt, at tað ber til at spælt tennis, hóast vøllurin er vátur.
Og nú ber so eisini til at spæla tennis, hóast tað er myrkt.
Har tennisvøllurin er, var einaferð elsti uttandura svimjihylurin í Gundadali. Síðani var ein grústennisvøllur á staðnum í nógv ár. Og so í 1990 kom fyrsti veruligi Tennisvøllurin í Føroyum.
Badmintonfelagið átti tá vøllin, sum kostaði 600.000 krónur, harav Tórshavnar kommuna lat 180.000 krónur.
Einasta treyt frá býráðnum fyri stuðulin var, at tennisvøllurin ávísar tíðir eisini var opin fyri almennum spæli.
Heðin Mortensen, lat vøllin upp fyri góðum 30 árum síðani, og hann flutti eisini fram røðu í dag, tá ið ljósini vórðu tendrað.
- Nógv hendir í Gundadali. Tórsvøllur verður liðugur fyrsta dagin, fyrr í vikuni varð fyrsta skotið latið av fyri Langhylinum beint her við svimjihøllina, og nú varpa vit ljós á tennis.
- Kropsvenjing og rørsla hava stóran týdning fyri fólkaheilsu og trivnaði. Tí vilja vit stuðla øllum mennandi ítróttar- og frítíðarvirksemi. Hetta er eisini galdandi fyri tennis, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Havnar Tennisfelag varð stovnað í 1936 og kann sostatt halda 85 ára føðingardag í ár. Talan er um eitt vaksandi felag, tí í dag eru 100 limir, men fyri tveimum árum síðani vóru bara 18 limir.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald