Fótbóltur

Heilsufótbólturin rullar aftur í Klaksvík

Undirtøkan er stór - 40 fólk vóru til fyrstu venjingina í gjár, og pláss er fyri fleiri, boðar Klaksvíkar kommuna.

Veðrið var av tí fagrasta í Klaksvík í gjárkvøldið, tá ið fyrsta venjingin í váhálvuni fór av bakkstokki, skrivar klaksvik.fo (Mynd: Bjarni Enghamar)

Veðrið var av tí fagrasta í Klaksvík í gjárkvøldið, tá ið fyrsta venjingin í váhálvuni fór av bakkstokki, skrivar klaksvik.fo (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-02-23 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið var av tí fagrasta í Klaksvík í gjárkvøldið, tá ið fyrsta venjingin í váhálvuni fór av bakkstokki.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á Facebook-síðu sínari um fyrstu venjingina hjá Heilsufótbólti í 2023.

Átakið var fyri fyrstu ferð í Klaksvík í fjør. Tað var fyriskipað í samstarvið millum kommununa, KÍ, Fótbóltssamband Føroya og Fróðskaparsetur Føroya ( deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi), har heilsukanningar vórðu gjørdar áðrenn og aftaná tær tólv vikurnar.

Les eisini: 
- Fleri kenna longu stórar heilsuligar ágóðar
Heilsufótbóltur aftur á skrá í Klaksvik

Hetta eydnaðist væl, og undirtøkan til nýggja skeiðið er eisini góð.

- Fleiri enn 40 hava meldað seg til hetta vár skeiðið, sum byrjaði í kvøld. Næstu 12 vikurnar verður vant hvørt mikukvøld kl. 19.00 til 20.00 og hvønn fríggjamorgun frá kl. 8.00 til 9.00.

Aftur hesuferð eru Marjun Kalsø og Eydna Klakkstein Thomsen venjarar Klaksvíkar kommuna skrivar, at pláss framvegis er fyri fleiri.


[object Object]
[object Object]
[object Object]

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
Myndir: BjarnaMyndir  
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder