Tað er evropeiskur dámur í Eysturoynni, nú fyrsti evropeiski dysturin har í ár verður leiktur í kvøld. Í NSÍ-leguni vóna tey, at hetta ikki verður tann seinasti hjá teimum. Í San Marino eru nakrir klaksvíkingar við og stuðla KÍ, ið skal royna at fylgja upp uppá 5-1 sigurin á Tre Fiori frá viku síðani.
Les eisini: NSÍ kann skriva søgu - KÍ kann endurtaka
Bæði føroysku liðini eru sambært veddingarfyritøkunum í leiklutinum sum favorittur í kvøld. Tó er munur á støddini. NSÍ gevur hjá teimum flestu pengarnar beint yvir tvær ferðir aftur (hjá Bet365 tó 2,30), meðan ein sigur til Ballymena gevur pengarnar áleið tríggjar ferðir aftur. Í San Marino er KÍ greiðir favorittur; oddsi hjá flestu fyritøkunum uppá ein útisigur uppá ein útisigur liggja áleið 1,30. KÍ hevur annars ongantíð vunnið ein evropeiskan útidyst; um KÍ vinnur í kvøld, verður tað samstundis størsti samanlagdi føroyski sigurin í evropeiskum fótbólti
Hjá liðnum hjá Mikkjal Thomassen snýr tað seg helst í stóran mun at halda gongd í rútmuni og byggja uppá. Eitt keðiligt úrslit í kvøld kann pilka við sjálvsálitið hjá KÍ, og so er tað tann evropeiska samanteljingin. Um føroyskur fótbóltur skal varðveita fýra lið í evropeisku kappingunum, so skulu rímiliga nógv stig (sigrar og javnleikir) til komandi árini. Í kvøld er ein góður møguleiki hjá KÍ, ið víst seg at vera greitt betri enn mótstøðan úr San Marino í Gundadali, at vinna føroyskum fótbólti kærkomin stig.
(Jóannes Bjartalíð skoraði tvey góð mál í sannførandi sigrinum á Tre Fiori seinasta hóskvøld - Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ hevði nakrar góðar møguleikar at fáa eitt útivallarmál fyri viku síðani, men tvey mál við stuttum millumbili frá heimaliðnum avgjørdu dystin. Um Ballymena skorar á Svangaskarði í kvøld, verður tað ógvuliga trupult fyri NSÍ at koma víðari. Runavíkingar hava havt eitt frálíkt kappingarár í Betrideildini, og skulu finna nakað av tí sama fram íkvøld. Serliga eru tað Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen, ið skulu spæla upp til teirra besta, fyri at NSÍ skal skora neyðugu málini. Runavíkingar hava eisini møguleikan at fáa stig fyri føroyskan fótbólt, men fremst í huganum er royna at skriva søgu og koma víðari í Evropa á fyrsta sinni.
Vit eru á Svangaskarði, har vit hava myndir og samandrátt frá dystinum. Vit dagføra støðuna í báðum dystunum á heimasíðu okkara.
Europa League undanumfar - seinnu dystirnir
19.00: NSÍ (0) - Ballymena United (2) - Til ber at keypa dystin frá Televarpinum
19.45: Tre Fiori (1) - KÍ (5) - Til ber at stroyma dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald