Fótbóltur

Heimir Guðjónsson ársins venjari 2018

Venjarafelagið hevur kosið íslendska venjaran hjá HB til ársins venjara.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-28 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjarafelagið hevur kosið gullvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson, til ársins venjara fyri 2018. Tað skrivar felagið á heimasíðuni.

- Heimir hevur saman við sínum monnum í HB haft eitt ikki bara framúr gott, men eisini eitt met gott kappingarár. Heili 73 stig av 81 møguligum.

- Tað verður sera trupult hjá nøkrum felagið at endurtaka. Heimir leiddi eisini sínar menn fram til finaluna um løgmanssteypið, har tað tó bleiv til eitt tap fyri B36, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, skrivar Venjarafelagið.

Hetta er sjálvsagt fyrsta FM heitið hjá Heimir í fyrstu royndini. Vit síggja við spenningi fram til komandi kappingarár

[object Object]Mynd: Jens Kr. Vang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder