
Gitingar hava verið í eina tíð um framtíðina hjá Heimir Guðjónsson. 50-ára gamli íslendski venjarin kom til HB undan farna kappingarárið, og hann tók mest vinnandi føroyska felagið frá 5. plássinum til eitt suverent meistarheiti. Í ár hevur tað ikki eydnast so væl í Betrideildini, tað var líka við og næstan í Evropa, men í steypakappingini var HB best og vann Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í 15 ár.
Íslendskir miðlar hava sett Heimir í samband við ymisk starv í Íslandi, og landsliðsstarvið í Føroyum hevur eisini verið nevnt. Mánadagin gjørdist greitt, at Heimir fer aftur til Íslands, og í gjár varð kunngjørt, at Heimir Guðjónsson verður venjari hjá Vali.
Heimir hevur tríggjar dystir eftir sum venjari hjá HB. Nú hava hann og Valur hava gjørt ein fýra-ára sáttmála. Í hópinum hjá Vali er millum annað føroyski landliðsleikarin Kaj Leo í Bartalsstovu.
Í samrøðu við Morgunblaðið sigur Heimir, at hann gleðir seg til uppgávuna, men hann slær samstundis fast, at hann er sera fegin um tíðina í HB og í Føroyum, har hann sigur, at hann hevur lært nógv og sæð menning í føroyska fótbóltinum. Væl dámdi venjarin sigur eisini við íslendska miðilin, at hann og familja hansara hava havt tað sera gott millum mongu góðu fólkini í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald