Hondbóltur

Heimsmeistararnir fagnaðir á Ráðhúsplássinum

Fleiri túsund fólk vóru savnað í Keypmannahavn nú danska hondbóltslandsliðið kom heim við HM steypi fyri triðju ferð.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-30 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara á danska hondbóltslandsliðnum vórðu í dag fagnaðir í Keypmannahavn eftir flotta heimsmeistarasigurin í Stockholm í gjár.

Eftir at flogfarið varð lent í Kastrup út á seinnapartin, gekk túrurin í bussi gjøgnum Amager og inn á ráðhúsplássið, har túsundtals fólk fagnaðu hondbóltsleikarunum, sum hava hugtikið allan hondbóltsheimin við at vinna HM-steypið triðju ferð á rað, og uttan at hava tapt nakran galdandi HM-dyst í áravís.

Á Keypmannarhavnar ráðhúsi var móttøka við teimum vanligu og serligu ráðhúspannikøkunum, og síðan fóru spælararnir tríggir og tríggir í senn út á lítla svalan at vera heiðraðir av mannfjøldini á ráðhúsplássinum.

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder