Í gjár gjørdist hann heimsmeistari við danska hondbóltslandsliðnum, og í dag stóð hann á svalanum á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn frammanfyri fleiri túsund fólkum.
- Kann ikki lýsast við orðum, sigur Jóhan á Plógv Hansen afturvið myndini, hann hevur lagt á Instagram seinnapartin.
Seinasta samdøgrið hevur uttan iva verið eitt av teimum heilt stóru hjá 24 ára gamla havnarmanninum.
Gjáramorgunin varð hann útskiftur við Hans Lindberg, og spældi tí ikki við í sjálvari finaluni. Gullheiðursmerkið kom allíkavæl um hálsin, og síðani hava heimsmeistararnir feiðrað gullið.
- Man blívur at standa her. Eg hevði ongantíð væntað at sleppa at spæla HM á heimavølli í hesum aldrinum, og so at vinna enntá. Tað er óveruligt, segði Jóhan á Plógv Hansen við TV2 seinnapartin.
Sí eisini: Video: Jóhan á Plógv Hansen millum teir fyrstu á svalanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald