Klokkan 17.00 føroyska tíð bríkslar ísraelski dómarin seinna Conference League play-off dystin milllum KÍ og HJK Helsinki í gongd á Bolt Arena.
Fyrri dysturin, í Føroyum, endaði við 2-2 javnleiki. Harvið er lagt upp til stóran spenning í Helsinki.
Liðið hjá KÍ varð fyri løtu síðani kunngjørt:
Skýggjamynd: uefa.com
Einasta broytingin, í mun til heimadystin, er, at Heini Vatnsdal verður ein av teimum trimum miðverjunum. 32-ára gamli vágbingurin avloysir leikbannaða René Shaki Joensen.
Heini fór út við skaða í fyrra hálvleiki í heimadystinum móti Borac Banja Luka fyri trimum vikum síðani, og hevur hann ikki spælt síðani. Nú skal hann loysa stóra uppgávu.
Framherjin hjá HJK, skotski Lee Erwin, skoraði bæði málini í dystinum á Tórsvølli. HJK spælir eisini 3-4-3 í útgangtsstøði.
Á bonkinum hjá KÍ eru millum annað Deni Pavlovic, Odmar Færø og Claes Kronberg, ið helst allir klára eina løtu á vøllinum eftir skaðasteðg. Eisini er serliga Mads Boe Mikkelsen gott vápn at seta inn.
Vanligi liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen, stendur eisini á listanum, men hann er bert við fyri at hjálpa til rundanum. Jákup fær ikki spælt avgerandi dystin í Finnalandi um pláss í deildarspælinum.
KÍ-varpið stroymir dystin á ki.fo.
UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29.08
17.00: HJK Helsinki (2) - KÍ (2)
KÍ (3-4-3): Mark Fabricius Jensen -Cedric Yamberé, Heini Vatnsdal Alexander Berntsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken
Dysturin kann síggjast fyri eitt gjald Í KÍ-varpinum.
Sí eisini:
KÍ skal gera tað aftur
- Skulu spæla hetta sum ein púra vanligan dyst
Finsku meistararnir lítlan fyrimun móti teimum føroysku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald