Hondbóltur

Helgi: - Hevur hóast alt verið hugnaligt at bíða

Nú hyggur 28-ára gamli hoyvíkingurin fram ímóti stóra dystinum í Skopje í annaðkvøld: - Man kann bara ímynda sær, hvussu vilt tað verður, um vit skriva søgu aftur.

Helgi Hildarsson Hoydal til EM-endaspælið í januar. - Tað er fyrst og fremst øðiliga stórt. Er eitt sindur løgið tí vit standa so ofta frammanfyri “tí næsta størsta. Skulu skerpa nakrar smálutir til í morgin, sigur strikuspælarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Helgi Hildarsson Hoydal til EM-endaspælið í januar. - Tað er fyrst og fremst øðiliga stórt. Er eitt sindur løgið tí vit standa so ofta frammanfyri “tí næsta størsta. Skulu skerpa nakrar smálutir til í morgin, sigur strikuspælarin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-11 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Billund, Dannmark (Portalurin): Klokkan var farin av hálvgum átta lokala tíð í Billund, tá vit settu okkum saman við Helga Hildarson Hoydal, sum fekk eina tiltrongda máltíð. Royndi strikuspælarin setti fyrst soleiðis orð á bíðustøðuna, sum var yvir eitt samdøgur, har føroyska ferðalagið ikki slapp úr Føroyum vegna veður.

- Hava sjálvandi bíða nógv. Vit hava tó fingið tíðina at bíða við nógvum ymiskum, og tað hevur faktist verið hugnaligt. Tað ávirkar sjálvandi fyrireikingarnar nakað, at vit ikki vóru frammi í gjár sum ætlað. Hetta fáa vit tó bara einki gjørt við, og tað leggja vit heldur ikki orkuna í.

Sí eisini: Nú sleppur landsliðið endliga úr Føroyum

Tað sum Helgi Hildarson Hoydal og liðfelagarnir kunnu leggja orku í, er at fyrireika seg so væl sum møguligt til seinna dystin. Teir hava hugt uppá Norðurmakedónia og so at koma við ymiskum nýggjum.

- Vit hava nú hugsað eitt sindur um, hvat teir munnu fara at koma við – hvat norðurmakedónar vóru nøgdir við og ikki, og hvat vit fara at síggja meira og minni av í morgin. Annars er tað at skerpa smálutir og leggja nøkur nýggj ting inn, sum teir ikki vænta at síggja.

[object Object]
Føroyski hópurin fer umborð á leiguflogfarið hjá British Airways í Billund (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska A-landsliðið vann 34-27 í heimadystinum mikudagin og hevur harvið góð kort á hondini undan útidystinum í ananðkvøld. Hann verður avgerandi fyri, hvørt Føroyar koma við til HM-endaspælið næsta ár ella ikki. Helgi Hoydal hevur spælt eitt U21 HM, eitt EM-endaspæl og hoyvíkingurin er sjálvandi spentur, nú nakað nýtt og stórt stendur á gáttini:

- Tað er fyrst og fremst øðiliga stórt. Er eitt sindur løgið tí vit standa so ofta frammanfyri “tí næsta størsta” Vit liva enn í einum slagi av rúsi. Eg eri so heppin, at hava verið við til nógv av fyrstu tingunum, sum eitt føroyskt hondbóltslandslið hevur roynt. Tá man hevur upplivir so nógv stórt ofta, er tað eitt sindur ringt at traðka aftur, og hugsa júst hvussu stórt tað er. Serliga upplivingarnar til EM í fjør og U21 HM í 2017 gera, at man veit, hvussu serstakt tað kann vera, um vit koma víðari í Skopje. Man kann bara ímynda sær, hvussu vilt tað verður í januar, sigur 28-ára gamli hoyvíkingurin at enda.

Føroyska ferðalagið er nú umborð á leiguflogfari og fer hvørja løtu úr Danmark. Kósin verður sett móti borðurmakedónska høvuðsstaðnum, har lent helst verður umleið klokkan 22 lokala tíð. Fyrsta bríksl í morgin verður klokkan 18 føroyska tíð. 

Sí eisini: Flúgva nú til Skopje

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder