Hondbóltur

Nú sleppur landsliðið endiliga úr Føroyum

Føroyska ferðalagið er í skrivandi løtu á veg umborð á flogfarið til Billund. Harfrá verður flogið beinleiðis til Skopje, har ferðalagið eftir ætlan kemur uppá pláss í kvøld.

Stórur fagnaður var, tá eitt flogfar setti seg í Vágum úr Stavanger stutt eftir klokkan 14 - hetta var tað fyrsta í yvir eitt samdøgur (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður var, tá eitt flogfar setti seg í Vágum úr Stavanger stutt eftir klokkan 14 - hetta var tað fyrsta í yvir eitt samdøgur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-11 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hava bíðað í yvir eitt samdøgur brast nú fyri nev hjá føroyska hondbóltslandsliðnum.

Sum vit hava skrivað um, hevur flogferðslan í Vágum verið órógvað av serliga mjørka. Stutt eftir klokkan 14 lendi flogfarið úr Stavanger (upprunaliga París). Tað skal síðani til Billund, og landsliðið er umbókað til hendan túrin.

Tað vóru lættir og fegnir føroyskir landsliðsspælarar, sum komu oman á flogvøllin fyri løtu síðani. Teir høvdu bíðað á Hotel Vágum í fleiri tímar. Nú hava teir verið ígjøgnum trygdareftirlitið og standa í bíðirøð til at sleppa umborð saman við nógvum øðrum.

[object Object]
Føroysku spælararnir eru nú á veg í flogfarið hjá Atlantsflogi (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta hevur verið eitt strævið samdøgur hjá nógvum, sum hava bíðað á flogvølli og/ella flogið omanfyri flogvøllin. Fyri føroyskan hondbólt var tað umráðandi, at hetta flogfarið lendi, so at landsliðið sleppur avstað til Skopje í rímiliga góðari tíð.

Tá lent verður í Billund verður farið beinleiðis víðari til norðurmakedónska høvuðsstaðin, har føroyska landsliðið í annaðkvøld (kl. 18 føroyska tíð) skal spæla avgerandi dyst um at koma til HM-endaspælið næsta ár. Leiguflogfar verður nýtt til at flúgva landsliðið, toymi rundanum og miðlar til Skopje.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder