Annað

Helgi van eisini annað umfar í várkappingini

Fjallasúkklarin gjørdist aftur skjótastur hesaferð í tíðarkoyring.

2021-03-22 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin var annað umfar av Giant Várkapping, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri.

Av teimum 14 súkklarunum sum vóru meldaðir til, var ein luttakari frá Fjallasúkklufelagnum. Helgi Winther Olsen hevði leitað sær kappsúkkluna fram.

Í fyrsta umfari av kappingini, ið var 27. februar var Helgi skjótasti súkklari, og skuldi tí byrja sum síðsti maður. Soleiðis verður vanliga gjørt í tíðarkoyring, har tað antin eru úrslitini frá seinastu kappingin ella ein styrkismeting sum avgerð hvør fer fyrst og og hvør fer síðst.

Helgi súkklaði alt tað hann átti, og kom aftur hesaferð á mál við skjótastu tíð. Fyri hvørja kapping verða stig givin, soleiðis at vinnarin fær 7 stig, nummar tvey fær 5 stig, nummar trý fær 4 stig osfr.

Øll sum luttaka fáa 1 stig. Stigini verða til endans tald saman fyri fýra tær bestu kappingarnar hjá hvørjum, og samlaði vinnarin síðani funnin bæði hjá kvinnum og monnum.

Teinurin, sum varð súkklaður leygardagin var sokallaði FM-klassikarin úr Havn til Kaldbaks og aftur við byrjan og máli við Plantusøluna við Hvítanesvegin.

Helgi Winther Olsen súkklaði teir 29 kilometrarnar í tíðini 44 minuttir og 12 sekund. Dávur Magnusen kom á mál 45 sekund eftir og Jákup Petur Eliassen tveir minuttir og 34 sekund eftir.

Besta kvinna var Rigmor Rasmussen við tíðini 1 tíma, 4 minuttir og 22 sekund.

Næsta kapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri, verður skírisdag. Tá verður kappast í landavegsúkkling, Tórshavn, Saksun, Vestmanna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder