Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr.
Í 1997 mannaðu tveir sterkir útlendskir telvarar toppborðini í oddadysti millum Klaksvík og Kollafjørð. Tá vann enski stórmeistarin Stuart Conquest á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson. Sviin, ið tá virkaði sum leikandi venjari hjá Kollafjarðar talvfelag, gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.
Men í dag sóu vit so tveir stórmeistarar kappast sínamillum í føroysku landskappingini. Helgi Dam Ziska og Vladimir Hamitevici brustu saman á fyrsta borði í dystinum millum Havnina og Klaksvík á Finsen seinnapartin. Helgi vann spennandi talvið við svarta fólkinum, og havnarmenn vunnu dystin 3-1.
Norðuri í Klaksvík vann oddaliðið Sandavágs Talvfelag 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum, og eru tí tvey stig framman fyri Havnar Telvingarfelag fyri avgerandi innanhýsis dystin millum toppliðini í seinasta umfari um tvær vikur.
Í øðrum dysti í seinasta umfari fer Kollafjarðar Talvfelag at gera eina roynd at vinna seg undan niðurflyting, men líkindini fyri tí eru ikki tey bjartastu. Ein stórsigur móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag er krav fyri bjargingini, og tað verður ikki lætt.
Óbroytt í oddanum
Støðan broyttist ikki í oddanum í 1. deild eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Oddaliðini Sandavágur og Havnin vunnu bæði sínar dystir 3-1. Munurin er tí framvegis tvey stig. Fyritreytirnar fyri avgerandi dystinum um FM-heitið líkjast tí støðuni í fjør, tá havnarmenn tóku vágamenn á bóli við avgerandi sigri í síðsta umfari. Hesaferð er minstakravið 3-1, skulu havnarmenn varðveita meistaraheitið. Endar dysturin 3-1 til Havnina, stendur á jøvnum, men tá eru innanhýsis úrslitini avgerandi. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn. Vágamenn standa seg afturímóti við teprum 2½-1½ tapi.
Klaksvíkar Talvfelag hevði somu manning í Finsen í dag sum í 2-2 dystinum móti Sandavági fyri viku síðani. Umframt Helga Dam Ziska, vunnu Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol á 3.- og 4. borði á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen. Ólavur Simonsen vann á 2. borði á Olaf Berg. Olaf stóð leingi væl, og hevði helst fyrimunin eitt skifti. Ólavur hevur góðan byr í løtuni; fyri viku síðani vann hann í stórum stíli á Høgna Egilstoft Nielsen, og í dag vann hann aftur.
Talvið millum stórmeistararnar var áhugavert og spennandi. Vladimir Hamitevici, sum tríggjar ferðir hevur verið meistari í Moldova, og umboðað heimland sítt á fleiri talvolympiadum, stóð væl við hvíta fólkinum eftir kongaindisku byrjanina, og hevði at síggja til fyrimunin, men Helgi spenti seg út og var mentur at syfta moldovska stórmeistaran í spentu støðuni, tá tíðin fór at ganga undan hjá báðum.
Vágamenn halda tørn
Sandavágsmenn telvaðu remis á tveimum borðum í Klaksvík í dag, men 3-1 sigurin mundi vera nøktandi hóast alt. Rógvi Egilstoft raðfesti telvingina framum fótbóltin í dag. Meðan hinir hjá NSÍ taptu Stórsteypadystin fyri HB á Tórsvølli, vann Rógvi, sum annars er sáttmálabundin í NSÍ, talvið á 1. borði móti Steintór Rasmussen.
Pápin, Torkil Nielsen, vann somuleiðis á 4. borði móti Ingolf Gaard. Á hinum borðunum endaði javnt. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen mátti á 2. borði sættast við remis móti Rana Baldursson, og sama var hjá Silasi Eyðsteinssyni á 3. borði móti Haldur Suna Johansen.
Í triðja dystinum í 1. deild gjørdi annað lið hjá Havnini bart og vann 4-0 á Kollafirði. Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Margar Berg vunnu á ávikavist Kára Petersen, Eyðálv Johannesen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen.
9. umfar 1. deild (28. februar)
Havnin - Klaksvík 3-1
Klaksvík B - Sandavágur 1-3
Havnin B - Kollafjørður 4-0
Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 25½
2. Havnin 23½
3. Klaksvík 18½
4. Havnin B 16
5. Klaksvík B 14
6. Kollafjørður 10½
Vestmenningar suverenir
Vestmanna Talvfelag er í flokki fyri seg í 2. deild. Uppflytingin í 1. deild varð tryggjað við sjeytummaseymi í dag. Í dag vunnu teir 3-1 á einum av frægastu kappingarneytunum. Vestmenningar vunnu við svarta fólkinum og telvaðu remis við hvítum. Á liðnum vóru Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen.
Runavíkar Talvfelag, sum hevur verið millum fremstu feløg at skipa fyri stórum kappingum í Løkshøll seinnu árini, liggur í tungum sjógvi, og hevur eina næstan vónleysa uppgávu at lívbjarga sær í deildini. Í dag taptu runavíkingar 3-1 fyri vágamonnum, bara Brandur Højgaard vann.
9. umfar 2. deild (28. februar)
Vestmanna-Kollafjørður 3-1
Klaksvík-Havnin 3½-½
Runavík-Sandavágur 1-3
Støðan í 2. deild
1. Vestmanna 28½
2. Klaksvík 19½
3. Kollafjørður 18½
4. Sandavágur 17½
5. Havnin 14
6. Runavík 10
Sundalagsmenn nær uppflyting
Spenningur er í A-flokkinum í 3. deild um hvørt toftamenn flyta upp aftur í 2. deild, ella felagsliðið Rókur í Sundalagnum vinnur seg upp í 2. deild. Sundalagsmenn eru eitt stig fremri, so avgerðin fellur á seinasta leikdegi.
Viðtøkurnar hjá talvfelagnum "Rókur" eru broyttar. Felagið umfatar Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Telvað verður í skúlanum við Streymin og í Eiðis skúla. Skipanin er tí tann sama sum í fótbólti. Felagið ber tí navnið á felagnum, sum upprunaliga var stovnað á Oyri, men fevnir eisini um sovnaðu feløgini á Eiði, Hvalvík/Streymnesi og Hósvík.
3. deild (A-flokkur)
Rókur-Vestmanna 2½-1½
Rókur B - Toftir 0-4
Sandavágur-Kollafjørður 1½-2½
Støðan í 3. deild (A-flokkur)
Rókur 12
Toftir 11
Kollafjørður 10½
Sandavágur 7
Vestmanna 5½
Rókur B 2
Í B-flokkinum í 3. deild er Havnar Telvingarfelag á odda.
3. deild (B-flokkur)
Havnin-Sandavágur 3½-½
Gøta-Runavík 4-0
Havnin B-Klaksvík 2-2
Støðan
Havnin 14
Gøta 11
Sandavágur 9½
Klaksvík 7½
Runavík 3½
Havnin B 2½
Unglingadeildin
Seinasta umfar í unglingadeildini verður mikudagin. Men her er longu greitt, at Havnar Telvingarfelag hevur vunnið. Støðan fyri seinasta umfar er henda:
Støðan í unglingadeildini
1. Havnin 32
2. Klaksvík 25½
3. Klaksvík B 19½
4. Kollafjørður 17½
5. Sandavágur 11
6. Sandavágur B 2½
Dystirnir í seinasta umfari í unglingadeildini mikudagin eru hesir: Sandavágur-Havnin, Klaksvík-Kollafjørður og Sandavágur B-Klaksvík B.
Endaumfarið
Í hinum deildunum verða dystirnir í seinasta umfari telvaðir leygardagin 13. mars. Í løtuni er ikki greitt, um landskappingin endar við einum felagsumfari.
Í síðsta umfari verður telvað soleiðis:
1. deild
Sandavágur-Havnin
Klaksvík-Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B
2. deild
Havnin-Vestmanna
Kollafjørður-Runavík
Sandavágur-Klaksvík
3. deild (A-flokkur)
Kollafjørður-Rókur
Toftir-Sandavágur
Vestmanna-Rókur B
3. deild (B-flokkur)
Runavík-Havnin B
Sandavágur-Gøta
Klaksvík-Havnin
Meira kann lesast um landskappingina í talvi á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald