Í gjár tók Håkan Ericson sín hóp út til dystin móti Danmark, umframt til Nations League-dystirnar móti Lettlandi og Andorra á Tórsvølli. Tað er vinardysturin í Herning, ið er fyrst á breddanum, og svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum viðurkendi, at hetta ikki kundi síggjast sum ein vanligur vinardystur, tí talan var um Danmark - hann segði, at Føroyar fara at spæla við fullari megi í næstu viku.
Sí eisini: (Video) Håkan: Heilt serligt at møta Danmark
Í dag hevur Kasper Hjulmand kunngjørt sín hóp. Sum sæt niðanfyri er talan um leikarar, ið spæla við stórum feløgum, eingin stór nøvn mangla, og hetta verður ein stór men spennandi avbjóðing fyri Føroyar. Dysturin millum londini verður spældur á MCH Arena mikudagin 7. oktober. Eftir tað skulu danir til Íslands, og eina viku eftir dystin móti Føroyum, vitja Hjulmand og hansara menn á Wembley.
Danski hópurin:
Málverjar:
Kasper Schmeichel (Leicester City)
Jesper Hansen (FC Midtjylland)
Jonas Lössl (Everton)
Verjuleikarar:
Daniel Wass (Valencia)
Joakin Mæhle (KRC Genk)
Henrik Dalsgaard (Brentford)
Simon Kjær (AC Milan)
Mathias Zanka (Fenerbahçe S.K)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Southampton)
Robert SKov (Hoffenheim)
Miðvallarar:
Christian Nørgaard (Brentford)
Pierre-Emile Højgaard (Tottenham)
Thomas Delaney (Borussia Dortmund)
Philip Billing (AFC Bournemouth)
Christian Eriksen (Inter Milan)
Pione Sisto (FC Midtjylland)
Martin Braithwaite (FC Barcelona)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Áleyparar:
Yussuf Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Cornelius (Parma)
Kasper Dolberg (OGC Nice)
Jonas Wind (FCK)
Fótbóltur
Her er danski hópurin til brakið í Herning
Kasper Hjulmand hevur tikið 23 leikarar út til dystirnar móti Føroyum, Íslandi og Onglandi.
Christian Eriksen er størsti profilurin á danska liðnum - nøvn sum Schmeichel, Højbjerg og Kjær rína allarhelst eisini við (Mynd: EPA)
2020-09-29 13:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald