Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum næsta dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið er Hvítarussland, sum í løtuni er nummar 54 á seinasta dagførda styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 85.
Dysturin verður leiktur í býnum Borisov, og fyrsta bríksl er klokkan 18.
Les eisini: Føroysku kvinnurnar skulu reisa seg í Hvítarusslandi
Í mun til dystin móti Wales eru tvær broytingar á føroyska liðnum. Marita á Fríðriksmørk avloysir Juliu Naomi Mortensen í verjuketuni, og Olga Kristina Hansen kemur inn fyri Evy á Lakjuni á miðvøllinum. Spurningurin er so, um tær báðar fara beint inn á plássini í høgru síðu, ella um nakrar flytingar verða. Føroyar spæla helst á hendan hátt - í einari 4-5-1 leikskipan:
Anna Sunadóttir Hansen - Martita á Fríðriksmørk, Lív Arge Poulsen, Durita Hummeland, Katrina Akursmørk - Olga Kristina Hansen, Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal.
Lív Arge Poulsen var ivasom, eftir at hon varð skift út móti Wales. Men baklærið er í so mikið góðum standi, at miðverjin kann byrja inn.
Eykaspælarar frá byrjan verða Monika Biskopstø, Annika Ragna Christiansen, Sanna Svarvadal, Julia Naomi Mortensen, Evy á Lakjuni, Jónvá Hentze, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss.
Dysturin kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald