Fótbóltur

Lív spælir møguliga móti Hvítarusslandi

Stinni verjuleikarin varð skift út tjúgu minuttir fyri leiklok í gjár. Hon sigur við Portalin, at talan var um fyribyrging av fipurskaðanum.

Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen - her til venjing undan dystinum móti Wales (Mynd: FSF)

Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen - her til venjing undan dystinum móti Wales (Mynd: FSF)

2019-08-30 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið byrjaði EM-undankappingina við at tapa 6-0 fyri Wales á Tórsvølli í gjárkvøldið. 

Myndir: Føroyar-Wales

Ein av mest eyðsýndu føroysku leikarunum var Lív F. Arge Poulsen, sum tó fór út í 72. minutti. Hon hevur stríðst við ein fipur í baklærinum seinastu tíðina, og tí kundi var ótti fyri, at miðverjin ikki fór at kunna fara við til Hvítarusslands, har Føroyar skulu spæla týskvøldið.

Í dag sigur Lív tó, at skaðin ikki er vorðin verri: 

- Tíbetur skrædnaði fipurin ikki uppaftur - tað er tað sama sum áðrenn. So eg fari við til Hvítarusslands, og so fáa vit at siggja, um eg fái spælt.

Talan var um eina fyribygjandi útskifting: 

- Tað byrjadi at spenna í baklærinum, so vit vildu tryggja, at tað ikki fór ordiliga. 

Tað var 4-0 til Wales, tá Lív Arge Poulsen varð útskift. Hon er ein av trimum leikarum hjá Føroyum, ið spæla í donskum fótbólti. Føroyar spæla í Hvítarusslandi týsdagin.  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder