Fótbóltur

Walisiskur stórsigur á Tórsvølli

Føroysku kvinnurnar fingu eina marrubyrjan, reisti seg síðani væl, men í 2. hálvleiki vísti Wales veruliga styrki.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-08-29 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kuldanum á Tórsvølli fingu Føroyar sum vátan vøttin beinanvegin. Fyrsti EM-undankappingardysturin var ikki meira enn farin í gongd, áðrenn bólturin lá í føroyska málinum, og eftir fimm minuttir var longu 0-2. Wales byrjaði sera ágangandi, og ávaringin kom í 2. minutti, tá ein stútari fór framvið. Minuttin eftir kom gott innlegg úr hinaru síðuni, og hesaferð varð 1-0. Málið til 2-0 kom eftir sløsut verjuspæl hjá Føroyum. 

Føroyska liðið vaknaði tó skjótt, og restina av 1. hálvleiki kom Wales ikki til nógvar møguleikar, hóast útiliðið flutti bóltin væl runt og hevði fult tamarhald á. Anna Súnadóttir Hansen hevði eina sera góða bjarging fyri steðgin. Føroyski málverjin gjørdi eisini brotsspark eftir hálvan tíma, men tað varð skotið langt omanfyri. 

Tað var lítið, ið føroyska liðið hótti við frameftir vøllinum. Roynt var at skjóta øll fríspørk langt niðan og skapa eina støðu og annars senda Heidi Sevdal avstað, tá okkara vunnu bóltin. Tíðliga í 2. hálvleiki kom júst Heidi til ein stóran møguleika, tá málverjin hjá Wales spældi bóltin mitt til áleyparan hjá Føroyum, men O'Sullivan gjørdi tað gott aftur við at bjarga væl. 

Síðani kom Wales-trýstið. Anna Hansen hevði eina stórbjarging, men stórar tíggju minuttir inn í 2. hálvleik fekk Wales aftur brotsspark, ið Natasha Harding setti trygt í málið. Tìggju minutti seinni var Julia Naomi Mortensen, ið hesaferð var á høgra bakki óheppin og gjørdi sjálvmál. Harding úr Reading fullførdi sítt hattrick stórar tíggju minuttir fyri leiklok. Í yvirtíðini gjørdist talan um tennisúrslit eftir deyðbólt.

Tað sást, at Wales liggur 53 pláss framamnfyfri Føroyar á styrkislistanum. Walisiska landsliðið er í stórari menning, og tað sást, at flestu leikararnir spæla áhøgum støði í Onglandi. Teir í reyðum vóru væl kvikari, fluttu bóltin nógv við fyrstuferðsalveringum, vóru sterkari og meðan føroysku leikararnir tyktust at veruliga troyttast, helt Wales á.

Til tíðir vístu Føroyar góðar taktir og helt nullið í meira enn ein hálvleik tilsamans. Tó manglar enn nógv í. Næsta royndin hjá liðnum hjá John Petersen verður í Hvítarusslandi týsdagin. 


EM undankapping, 1. umfar
Tórsvøllur, 29.08
Føroyar - Wales 0-6 (0-2)
3' Natasha Harding 0-1
5' Emma Jones 0-2
57' Natasha Harding (br.) 0-3
67' Sjálvmál 0-4
79' Natasha Harding 0-5
90' Rihannon Roberts 0-6


Føroyska liðið: 
Anna Súnadóttir Hansen - Julia Naomi Mortensen (81' Rebekka Fjalsá Benbakoura, Durita Hummeland, Liv Arge Poulsen (72' Olga Kristina Hansen) , Katrina Akursmørk - Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jacobsen - Evy á Lakjuni (87' Sara Samson Lamhauge), Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal

Áskoðaratal: 733

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder