Fótbóltur

Kvinnurnar skulu reisa seg í Hvítarusslandi

Uppgávan verður tó sera torfør hjá liðnum hjá John Petersen. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1.

Ansy Sevdal Jacobsen og tær á føroyska liðnum stríddust væl hóskvøldið - nú skulu tær royna at fáa eitt betri úrslit (Mynd: Sverri Egholm)

Ansy Sevdal Jacobsen og tær á føroyska liðnum stríddust væl hóskvøldið - nú skulu tær royna at fáa eitt betri úrslit (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-03 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar fyrireika seg í Hvítarusslandi. Fyrst vandu Føroyar í høvuðsstaðnum Minsk, og í gjár á stóra Borisov Arena har dysturin í kvøld verður leiktur.

Les eisini: Kvinnurnar fyrireika seg í Hvítarusslandi

Tað verður ein stór avbjóðing hjá Føroyum. Wales vann 6-0 á Tórsvølli hósvkøldið, og hóast Hvítarusslandi er nakað aftanfyri á styrkislistanum, so metir John Petersen, at liðið er áleið á sama støði. Talan er eisini um útidyst.

Sí eisini: John: Vit kunnu spæla á hægri støði

Føroyska liðið skal royna at taka góðu løturnar frá dystinum hóskvøldið við og byggja uppá tær. Eftir sera keðiligu byrjanina uppá dystin hildu Føroyar útiliðnum so at siga frá veruligum málmøguleikum í 45 minuttir. Tá støðan var 2-0, fekk Heidi Sevdal ein risamøguleika at javna. 


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl í Borisov er klokkan 18.00. Dysturin kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder