Í morgin skulu Hvítarussland og Føroyar dystast í EM-undankappingini. Talan er um annan dystin hja Føroyum í undankappingini. Tann fyrsti var hóskvøldið móti Wales á heimavølli.
Les meira: Walisiskur stórsigur á Tórsvølli
Tað endaði 6-0 til sterka walisiska liðið. Nú skal vónbrotið vaskast av. Føroyski hópurin fór til Hvítarusslands leygardagin og hevur síðani fyrireika seg í góðveðrinum har.
Myndir: Føroyar-Wales
Í dag hevði føroyska liðið venjing á stóra leikvøllinum í Borisov, har stóra hvítarussiska liðið, BATE, hevur heimavøll. Tað vóru 25 hitastig, tá Føroyar vandu.
(Mynd: FSF)
Hvítarussland spældi ikki í farnu viku. Liðið er risafavorittur, men Føroyar fara eftir einum góðum avriki og úrslit í morgin. Dysturin verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum.
Sí eisini: John Petersen: - Vit kunnu spæla á hægra støði enn vit gjørdu í dag
Les eisini: Lív verður møguliga við móti Hvítarusslandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald