
Til ber at síggja málið hjá Martini Agnarsson her - tað sæst frá 2.10 í brotinum hjá TV3 Sport
Hann spælir fast og støðugt sum vinstri bakkur hjá Aahus Fremad í næstbestu donsku deildini, og Martin Agnarsson hevur nú skorað tvey mál og lagt upp til tvey mál í ellivu dystum fyri uppflytararnar í ár.
21-ára gamli havnarmaðurin avgjørdi eisini landsdystin á Gibraltar fyrr í mánaðinum, so hóast hann spælir á bakkinum, so ger Martin Agnarsson eisini vart við seg longur frammi á vøllinum.
Í dag legði føroyingurin Aarhus Fremad á odda í Esbjerg. Hann rann væl inn í sjálvan máleteigin og skuldi bara seta vinstra fótin á hart og gott innlegg, tá ein tími var spældur.
Til ber at síggja málið hjá Martini Agnarsson her - tað sæst frá 2.10 í brotinum hjá TV3 Sport
Tíverri javnaði heimaliðið tríggjar minuttir seinni. Aarhus Fread liggur tó á 5. plássinum og nakað væl frá niðurflytingarvanda.
Sí eisini: Adrian Justinussen skeyt Hillerød upp á 1. plássið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald