Klokkan 20 spæla KÍ og LOSC Lille í seinasta umfari í Conference League bólkaspælinum. Tað endaði 0-0, tá liðini hittust á Tórsvølli 5. oktober. Nú verður spælt á ógvuliga stórum leikvølli, har minst 20.000 áskoðarar vera til staðar.
Liðini eru sett. Heimaliðið hevur millum annað fyrrverandi Barcelona-miðverjan Samuel Umtiti, skapandi Remi Cabella og íslendingin Hákon Haraldsson frá byrjan. Spart verður ikki serliga nógv uppá krútið nú tríggjar dagar áðrenn uppgerðina móti PSG. Álopsstjørnan Jonathan David er tó úti við skaða. Lille skal vinna í kvøld fyri at við vissu vinna bólkin.
Sí eisini:
KÍ-fjepparar telja niður í Fraklandi
KÍ setur punktum í kvøld
Stade Pierre Mauroy
Hjá KÍ eru Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen, Luc Kassi og Jonn Johannessen úti við skaða. Hinvegin er Árni Frederiksberg aftur eftir leikbann móti Slovan Bratislava, og Heini Vatnsdal er tøkur aftur eftir skaða.
Vágbingurin avloysir Deni Pavlovic sum ein av teimum trimum miðverjunum. Árni er annar vongurin, nú KÍ aftur spælir 5-4-1. Á hinum vonginum verður Claes Phillip Kronberg, sum byrjaði á bonkinum móti Bratislava. René Shaki Joensen og Jákup Biskopstø Andreasen spæla á sentrala miðvøllinum.
Fremsti maður verður Sivert Gussiås. Norðmaðurin hevur nakað av ferð og skal royna at órógva krútsterku fronsku verjuna. Páll Klettskarð hevur nakað av trupulleikum við hælinum men er við á bonkinum, har nógvir ungir mans eisini eru.
KÍ (5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Sivert Gussiås
TV2 Play vísir dystin.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald