Lille, Frakland (Portalurin): Evropeiski dystur nummar 14 í kappingarárinum hjá KÍ verður spældur í kvøld, 14. desember.
KÍ kann ikki spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Conference League, men styrkisstig til næstu árini, umframt peningur eru uppá spæl. Hetta er seinasti dystur á árinum, og á ein hátt er alt at vinna og einki at tapa hjá KÍ.
Sí eisini:
- Ein fantastisk ferð og vit vilja skapa stórt úrslit aftur
Seinasti dansurin verður í Fraklandi
Hoseth: - Hugsavni meg bert um KÍ
Samrøður:
Árni: Hava víst at nakað nærum ógjørligt ber til
Vegard: Árið í KÍ hevur verið serstakt og ótrúligt
Spælarar og høvuðsvenjari leggja dent á týdningin av at enda hendan kapittulin væl og royna at skapa eitt stórt úrslit aftur. Tað hevur nógv at siga á ymsan hátt.
Møguleikin at spæla móti Lille á Stade Pierre Mauroy móti Lille er eisini lokkandi og gevur motivatión. Sambært lokalum miðlum vera umleið 20.000 áskoðarar á stóra leikvøllinum í kvøld. Vit duga ikki ikki at finna eitt dømi um, at KÍ hevur spælt fyri so stórari áskoðarafjøld - onnur føroysk feløg hava spælt fyri fleiri fólki í í millum annað Turkalandi.
Til venjingina á Stade Pierre Mauroy í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: Stórfingnar umstøður til seinastu uppgávuna í ár
Lille liggur á 4. plássi í fronsku deildini, sum er styrkismett sum nummar fimm í Evropa. Heimaliðið skal vinna í kvøld fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum og harvið frí í fyrsta knock-out umfarinum.
Dysturin byrjar klokkan 20 føroyska tíð og sæst á TV2 Play. Yvir 50 KÍ-fjepparar vera til dystin her í Lille. Meira tilfar seinni.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald