Hósdagin setur KÍ loksins punktum fyri sínum longsta kappingarárið nakrantíð. Ellivu mánaðar eftir at skipaðu liðvenjingarnar byrjaðu endar liðið úr Klaksvík við risastórari uppgávu á Stade Pierre-Mauroy-leikvøllinum í Lille, har pláss er fyri beint omanfyri 50.000 áskoðarum.
Les eisini: Stór uppgáva í Fraklandi móti stórfavorittunum
Sí eisini: (Video) Enn ein filmur um KÍ
Nógvir nýggir mans komu til Klaksvíkar undan hesum kappingarárinum. Bæði venjarar og spælarar. So at siga allir komu úr Noreg og teir flestu hava gjørt stóran mun á ymsan hátt - serliga í Evropa har KÍ framvegis er við.
Tað er longu greitt, at hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad, royndi miðverjin Vegard Forren og skaddi málverjin Markus Olsen Pettersen ikki halda fram.
Vegard Forren hevur verið ein fongur til evropeisku dystirnar. Við sínum gylta vinstra fóti avgjørdi hann uppgerðina móti Häcken í Champions League. Aftanfyri hann og nakað til vinstru sæst millum annað Daniel Berg Hestad. Dugnaligi venjarin vendir aftur til Molde (Mynd: Sverri Egholm)
Stórt ivamál er viðvíkjandi Luc Kassi og Sivert Gussiås. Kassi hevur spælt framúr væl í fleiri evropeiskum dystum, men hevur ikki bergtikið í Betrideildini. Ivamál er, um leingjast skal við miðvallaran/áleyparan úr Fílabeinsstrongini, sum hevur eini 150 dystir í fremstu norsku deildini. Gussiås hevur ikki sligið til í KÍ-álopinum, tó at hann hevur glógvað í nøkrum løtum.
Hesir báðir standa uttan sáttmála eftir ársskifti. Tað ger høvuðsvenjarin ikki. Magne Hoseth og KÍ hava eina avtalu fyri 2024, men tað er ikki vist, at hon verður galdandi.
Eftir stóru úrslitini í summar frættist, at áhugi var fyri "unga" norska venjaranum ymsastaðni, og í kvøld hevur norska TV2 stóra søgu um Hoseth og Start. Sambært góðum keldum hjá stóra norska miðlinum hava høgtsitandi limir í norska felagnum havt "loyniligar samrøður" við KÍ-venjaran fyri kortum. Loyniligar á tann hátt at ítróttarstjórin í felagnum ikki veit nakað um tað.
Sum skilst er ein uppgerð á veg í felagnum, sum ikki megnaði at flyta upp í Eliteseriuna í ár. Sindre Tjelmeland hevur sáttmála til næsta ár, og høvuðsvenjarin í Start hevur onga viðmerking til søgurnar. Tað hevur Sverre Mauseth, umboðsmaðurin hjá Magna Hoseth heldur ikki.
Magne Hoseth og Jákup Biskopstø Andreasen til venjing í Ljubljana í november. Ivi hevur verið sáddur um framtíð teirra í KÍ, hóast tað helst ikki er nakar norðoyingur, ið ynskir, at teir fara víðari (Mynd: Aleksandar Djorovic)
Norska síðan skrivar tó:
- Klubben fra Færøyene skal være informert om at andre alternativ vurderes.
Hvussu stórt hald er í hesum søgunum, er ikki vist. Norska TV2 hevur tó vanliga sínar keldur uppá pláss. Tað er eisini ilt at siga, hvussu nógv Magne Hoseth hugsar um at taka fetið víðari nú. At eitt lið í næstbestu norsku deildini, sum vil flyta uppm hyggur nærri eftir KÍ-høvuðsvenjaranum og vil tosa við hann eftir serliga evropeisku úrslitini er ikki ósannlíkt.
Tað hevur eisini verið uppá tal, at bæði liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen og Mads Boe Mikkelsen fara at royna aðrar leiðir í 2024. Fyrrnevndi er tó liðformaður og hevur sáttmála, meðan tað er meira upplagt, at Mads spælir í einum øðrum felagi eftir nýggjár. Nú skulu teir, Magne Hoseth og allir hansara menn hugsavna seg um seinastu uppgávuna í hesum serstaka árinum.
Portalurin verður við á túrinum til Fraklands í morgin. Vit hava meira um hesa støðuna seinni í vikuni
(HER ber til at hoyra Jákup Biskopstø Andreasen seta orð á sínar tankar um framtíðini, og hvat skal til fyri at hann skiftir. Hetta var áðrenn dystin móti Slovan Bratislava, og tað byrjar 3.30)
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Dagført: 21.25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald