Fótbóltur

Jákup: - Heimavøllurin er ein stórur fyrimunir

Video: Um eitt lið skal koma her og taka stig, so skal tað í øllum førum arbeiða gróthart og raka dagin, staðfestir KÍ-liðformaðurin, ið eisini tosar um deyðbóltar og framtíð sína.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-29 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Mítt fokus er fult og heilt á KÍ, sum eg havi sáttmála við.

Tað staðfestir KÍ-liðformaðurin í samrøðu við Portalin undan venjingin á Tórsvølli í dag. Jákup Biskopstø Andreasen er bundin til barndómsfelagið, men fleir gitingar hava verið um framtíð hansara í seinastuni. Jákup hevur sjálvur latið eitt sindur upp í samrøðu við lokala miðilin, og fleiri útlendsk feløg hava víst 25-ára gamla landsliðsmiðvallaranum áhuga.

Tað skal tó vera nakað heilt serlit, tí tað eru stórar upplivingar við KÍ, slær Jákup fast. Hann vil hugsavna seg um stóru uppgávuna móti Slovan Bratislava í morgin - klaksvíkingurin vísir aftur, at tað fyllir nakað, at KÍ mestum skal vinna dystin, og tað at Árni Frederiksberg vantar vegna leikbann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder