Fótbóltur

Stór uppgáva í Fraklandi móti stórfavorittunum

Seinasti dystur hjá KÍ í Conference League á hesum sinni - og í 2023 yvirhøvur - verður á Stade Pierre-Mauroy hóskvøldið. Har eru pláss fyri 50.000 áskoðarum.

Páll Klettskarð og KÍ fingu eitt stig móti Lille, tá liðini hittust á Tórsvølli í oktober. Bæði hava ymiskt uppá spæl í síðsta umfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð og KÍ fingu eitt stig móti Lille, tá liðini hittust á Tórsvølli í oktober. Bæði hava ymiskt uppá spæl í síðsta umfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-11 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tepra tapið fyri Slovan Bratislava á Tórsvølli 30. november var greitt, at møguleikin hjá KÍ at spæla seg víðari í Conference League var farin. Harvið kann liðið hjá Magna Hoseth ikki røkka stóra málinum, men ein stór og spennandi uppgáva er á skránni í seinasta umfarinum. 

Sí eisini: 
Evropiska vónin sløknaði
KÍ var omaná á fleiri økjum

Sum bolt.fo hevur víst á, so hevur KÍ framvegis veruliga nakað at spæla fyri. Eitt stig í Fraklandi gevur 1,2 milliónir og trý stig geva 3,7 milliónir krónur. So er tað styrkismetingin. KÍ hevur longu tryggjað sær, at føroyameistarin er styrkismettur til 1. umfar í Champions League næsta ár, og hetta kann hava nógv at siga. KÍ liggur eisini til at verða styrkismett til 2. umfar næsta ár, skrivar bolt.fo. Fyri at tryggja hetta heilt - og ikki vera bundið av øðrum meistarum - krevst tó eitt stig í Lille.

Hetta er tó at biðja um nógv. Tað eydnaðist gamaní at fáa javnleik móti franska stórfelagnum fyrst í oktober, men tá var dysturin á Tórsvølli, og Lille spardi nakrar av størstu álopskendu stjørnunum. Nú skal Lille hava trý stig fyri at við vissu vinna bólkin, og tað ger stóran mun: Nummar eitt fær frí í fyrsta knock-out umfarinum í kappingini og verður styrkismett. 

[object Object]
Árni Frederiksberg í dystinum móti Lille á Tórsvølli (0-0) Vongurin er tøkur aftur fyri KÍ eftir leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 fólkum. Á Stade Pierre-Mauroy er pláss fyri beint omanfyri 50.000 áskoðarunum, og hóast tað ikki verður út ímóti fullsett hesaferð, so kann gerast talan um stóra uppliving hjá KÍ, ið fer at royna at seta eitt flott punktum fyri eitt heilt flott ár.

LOSC Lille er í løtuni á 4. plássi í fronsku deildini, hevur eitt stórt virði og verður mett sum stórfavorittur til hendan dystin.

Portalurin verður við á túrinum til Fraklands mikudagin

UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12

20.00: 
LOSC Lille - 

Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana

Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig

Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder