Lille, Frakland (Portalurin): - Tað hevur verið ein fantastisk ferð, har vit hava havt nógvar stórar dystir og hava skriva søgu. Nú hava vit møguleikan at spæla á einum stórum leikvølli og einum ógvuliga sterkum liði. Vit vilja skapa eitt stórt úrslit aftur, og eru ógvuliga uppsettir uppá at enda bólkaspælið og 2023 væl.
Soleiðis segði Jákup Biskopstø Andreasen á tíðindafundinum í Lille í kvøld, tá Portalurin spurdi um, hvussu teir í KÍ-leguni síggja uppá dystin í morgin, ið verður tann seinasti í ár: Tá verður punktum sett fyri serstaka árið - KÍ ikki hevur víðari luttøku at spæla fyri.
Tað er tó ein ávísur heiður í tí. Tað eru eisini styrkisstig og peningur, og so tað at sleppa at spæla á so stórum leikvølli (pláss fyri 50.000 áskoðarum) og móti so stórum liði (nummar fýra í fimtsterkastu deildini í Evropa)
- Tað er ikki neyðugt við eyka motivatión til slíkar dystir á hesum stóru pallunum, staðfesti KÍ-liðformaðurin.
Fronsku tíðindamenninir spurdu inn til flotta úrsltið og avrikið seinast (0-0), og um sama uppskrift verður nýtt hesaferi.
- Vit fingu eitt gott úrslit móti Lille í Føroyum. Vit vardu og arbeiddu ógvuliga væl, og vera sjálvandi noyddir til tað aftur hesaferð. Vit skulu tó vera kaldari á bóltinum og meira kyniskir enn í fyrra dystinum, staðfesti 25-ára gamli klaksvíkingurin.
Jákup Biskopstø Andreasen fekk nakrar spurningar, áðrenn hann fór at gera seg heilt kláran til venjing (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Magne Hoseth (Mynd: Sverri Egholm)
Magne Hoseth fekk líknandi spurning frá lokalum tíðindafólki.
- Tað var eitt søguligt stig og eitt ógvuliga gott avrik hjá okkum í Føroyum. Eg eri vísur í, at verður heldur øðrvísi og uppaftur meira trupult í morgin. Her eru tó sjálvandi møguleikar í millum annað kontraspællinum, og vit fara eftir einum slíkum úrsliti og avriki aftur.
Men hvussu nógv hevur dysturin so at siga fyri KÍ, spurdi Portalurin.
- Tað verður tað síðsta, sum vit minnast. Kann vera ógvuliga umráðandi at fara inn í næsta ár við. Vit avrikaðu sterkt móti Lille seinast, men tað var ikki heilt har uppi, tí vit skaptu ov lítið og tordu ov illa at hava bóltin. Tað er heldur avbjóðandi, at hesin dysturin er væl eftir kappingarenda hjá okkum. Vit hava roynt eftir førimuni at fyrireika okkum, men veðrið hevur eisini órógva. Tí verður tað spennandi at síggja, hvussu mínir spælarar handfara hetta, sigur KÍ-venjarin at enda.
Sí eisini: Hoseth: - Hugsavni meg bert um KÍ
Sí fleiri myndir frá tíðindafundinum og serliga venjing her
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald