Lille, Frakland (Portalurin): Tað eru pláss fyri 50.000 áskoaðrunum her á Stade Pierre Mauroy leikvøllinum í Lille. Tað er tíggju ferðir so nógv, sum tað eru á Tórsvølli, har KÍ og Lille spældu málleysan javnleik í 2. umfari í Conference League.
Í morgin er seinasta umfar í bólkaspælinum á skránni, og KÍ og Lille hittast aftur. Hetta er samstundis seinasti dystur í hesum kappingarárinum hjá KÍ - eitt kappingarár sum hevur verið søguligt fyri evropeisku avrikini.
Nú vilja teir í bláum og hvítum enda væl, og tað fáa teir møguleikan fyri í stórfingnum umstøðum.
Sí eisini:
Hoseth: - Hugsavni meg bert um KÍ
Ferðadagur og fyrireikingar í Fraklandi
Takið var á til venjingina í kvøld, og grasið sá ógvuliga gott út - nakað heilt annað enn í Ljubljana í síðsta mánaða. Stade Pierre Mauroy stóð liðugur í 2012, og franska stórfelagið hýsir nú føroyameistarunum.
Lokalu miðlarnir í Lille vænta, at áskoðaratalið fer at liggja um 20.000 - kanska nakað lægri. Spenningurin her er størri til sunnudagin, tá PSG vitjar í Ligue 1.
Sí myndir frá venjingini hjá KÍ niðanfyri. Uppgerðin her í morgin byrjar klokkan 20 føroyska tíð og sæst á TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald