Fyri sjeyndu ferð í ár stevnir KÍ-hópurin úr Føroyum við kós móti evropeiskum býi, har ein stór uppgáva er á skránni. Í mun til stødd á felagi, hvørjari deild tað spælir í og so framvegis, so er tann seinasta helst tann størsta.
Gamaní var týdningurin størri í millum annað Göteborg í summar, men dysturin móti Lille á Stade Pierre-Mauroy-leikvøllinum (Pláss fyri beint omanfyri 50.000 áskoðarum) er ein ógvuliga spennandi avbjóðing hjá føroyameistarunum.
Hetta kann eisini gerast ógvuliga tungt hjá KÍ. Lille er nummar fýra í Ligue 1, sum er styrkismett sum nummar fimm í Evropa - Føroyar vóru nummar 43 í summar. Franska liðið spardi nakrar stjørnur í Føroyum men skal vinna hósdagin fyri at við vissu vinna bólkin.
Tað endaði við málleysum javnleiki, tá liðini hittust í Føroyum í 2. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
0-0 úrslitið á Tórsvølli 5. oktober var stórt fyri KÍ og føroyskan fótbólt. Hetta var tað fyrsta stigið í einum bólkaspæli nakrantíð. Um liðið hjá Magna Hoseth fær stig í annaðkvøld, hevði tað eisini verið stórt. Ítøkiliga spælir KÍ fyri peningi og eisini fleiri styrkisstigum til styrkismetingina í 2024 og frameftir.
Sí eisini: Stór uppgáva í Fraklandi móti stórfavorittunum
Fyri føroyameistararnir snýr tað seg eisini um at seta eitt flott punktum fyri eitt søguligt ár. Hjá summum spælarum og hjá nøkrum í venjaratoyminum verður talan um síðstu uppgávuna fyri felagið - í øllum førum á hesum sinni. Seinastu tíðina hevur millum annað verið ivi verið sáddur um framtíðina hjá høvuðsvenjaranum og liðformanninum, ið útlendsk feløg vilja hava fatur á.
Sí eisini: Seinasti dansurin verður í Fraklandi
Ferðast verður úr Føroyum fyrrapartin. Talan er um leiguferð, har spælarar, venjar og onnur KÍ-umboðum verða við. Umframt hetta eru nakrir miðlar og nógvir spentir KÍ-fjepparar, sum helst eisini fara at keypa nakrar jólagávur í Lille. Fonn Flog skipar fyri, og ferðalagið støðgar í franska býnum til leygardagin.
Portalurin verður við á túrinum til Fraklands. Vit hava meira tilfar frá tí seinni í dag, har KÍ-liðið millum annað hevur venjing.
Miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal hava havt nógvar túrar saman í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Løtur sum hendan eftir brotssparkskappingina í Göteborg kunnu tykjast óveruligar (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Í morgin, hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald