Fótbóltur

Her er seinasti hópurin hjá Lars og Jóannes

Seinastu uppgávurnar í hesari EM-undankappingini eru í Noreg og Svøríki. Fáar broytingar eru í hópinum, men nú er endaliga greitt, at Hallur Hansson ikki er tøkur. Odmar Færø er aftur á landsliðnum.

Lars Olsen hevur seinastu átta áríni verið høvuðsvenjari, og Jóannes Jakobsen hevur verið hansara hjálparvenjari. Nú eru seinastu dystirnir við teimum á odda fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen hevur seinastu átta áríni verið høvuðsvenjari, og Jóannes Jakobsen hevur verið hansara hjálparvenjari. Nú eru seinastu dystirnir við teimum á odda fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-07 19:18 Author image
Agnar Prestá

Seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020 verða leiktir á ávíkavist Ullevaal í Oslo fríggjadagin 15. november og á Friends Arena í Stokkhólmi mánadagin 18. november.

Sum fyrireiking hava heimligu landsliðsspælararnir, umframt teir, sum spæla í íslendskum fótbólti, vant regluliga á Tórsvølli. Tilsamans hava seks venjingar verið á skránni farnu tíggju dagarnar. Tað er Jóannes Jakobsen, ið hevur staðið á odda fyri venjingum. Lars Olsen er í Esbjerg í samband við sítt nýggja starv. Hann hittist við føroyska hópinum á Sælandi tíðliga í komandi viku, har nakrar venjingar verða á skránni, áðrenn farið verður til Noreg.

Les eisini: Seinastu uppgávurnar fyri framman

Nú er greitt hvøjir verða í føroyska hópin til EM-undankappingardstirnar móti Norra og Svøríki, ið eru seinastu dystirnar hjá Lars Olsen og Jóannesi Jakobsen. Greitt er, at talan er um 21 leikarar.

[object Object]Hallur Hansson verður ikki við í Noreg og Svøríki (Mynd: Sverri Egholm) 


Smávegis broytingar eru í hópinum í mun til seinast móti Malta og Rumenia. Eli Falkvard Nielsen, ið fekk debut móti Rumenia, skal í komandi viku undir sveinaroyndina sum eletrikari. Adrian Justinussen verður við U21-landsliðnum, sum týsdagin 19. november møtir Norðurmakedónia á Tórsvølli. Mest merkisvert er, at Hallur Hansson ikki fær verið við. Støðguði miðvallarin og liðformaðurin í Horsens hevur ikki spælt síðani dystin móti Malta, tí hann fekk eitt brot í eitt bein í hondini, tá hann lendi óheppið.

Les eisini: Hallur Hansson skaddur

Í staðin fyri hesar tríggjar leikararnar er ein komin inn: Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sent boð eftir Odmari Færø, ið hevur verið skaddur til seinastu landsdystirnar. Harafturat er Gilli Rólantsson Sørensen tøkur aftur. Í dystinum móti Rumena fekk tvøramaðurin leikbann til dystin ímóti Malta.

Hópurin:

Málverjar:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Kristian Joensen, KÍ

Teitur Matras Gestsson, HB


Verjuleikarar:

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)

Andrias Høgnason Eriksen, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)

Magnus Egilsson, HB

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)


Miðvallarar:


Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Árni Frederiksberg, B36

Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland)

Jóannes Bjartalíð, KÍ


Áleyparar:

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Patrik Johannesen, KÍ​

placeholder
placeholder