Um ein lítlan tíma byrjar dysturin á LFF leikvøllinum í Vilnius millum FK Riterai og KÍ. Tað er fyrri dysturin í 1. umfari í Europa League, og KÍ skal royna at fáa eitt gott útgangsstøði. Í fjør spældi liðið hjá Mikkjal Thomassen javnleik á sama leikvølli í seinna dystinum í fyrra umfari. Tað var ímóti Zalgiris. Eitt líknandi úrslit hevði verið sera gott fyri KÍ í kvøld.
Les eisini: Møguleikin er har hjá B36 og KÍ
Í byrjunaruppstillingini hjá KÍ er ein broyting gjørd í mun til dystirnar ímóti Tre Fiori. Boris Dosljak byrjar ístaðin fyri 17-ára gamla Jonn Johannessen, ið skoraði í hinum báðum dystunum ímóti liðnum úr San Marino.
KÍ: Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Simen Sandmæl, Patrik Johannesen
Hjá UEFA leikskipanin at vera 5-4-1/3-4-3, har Jákup Andreasen er við í einari trý-mansverju og Simen Sandmæl fellur aftur á sentrala miðvøllin saman við Semir Hadzibulic. KÍ hevur í ár og undanfarnu ár spælt slíka leikskipan í ávísum dystum, men tað er ikki altíð at taktisku uppstillingarnar hjá UEFA halda - sum til dømis hjá NSÍ í seinastu viku - tí er vælhugsandi at KÍ spælir eina 4-4-2 kortini.
Á bonkinum hjá KÍ eru: Meinhardt Joensen, Torbjørn Grytten, Jonn Johannessen, Magnus Stamnestrø, Ólavur Niclassen, Páll Andrasson Klettskarð, Steinbjørn Olsen
Europa League 1. umfar, fyrri dysturin
11.07 - LFF Stadium, Vilnius
(17.30): FK Riterai - KÍ
Leinkja til stroyming: Ovast í greinini og her
Vit dagføra støðuna í dystinum á forsíðu okkara
Fótbóltur
Her er uppstillingin hjá KÍ og leinkja til stroyming
Boris Dosljak kemur inn á liðið í mun til undanfarnu evropeisku dystirnar.
2019-07-11 16:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald