placeholder
Fótbóltur

Her eru bólkarnir í Champions League

Meistararnir trekti aftur Napoli men fingu ikki eins truplan bólk sum í fjør. Real Madrid og PSG skulu hittast - bólkur H sær mest javnur út.

Cristiano Ronaldo og Juventus vóru í áttandapartsfinalunum í vár omaná móti Atletico Madrid. Liðini hittast í bólkaspælinum, og liðini skulu hesaferð royna at røkka tindinum í Champions League, har trýstið er stórt á Juventus. Her í venjingardysti í summar 
(Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo og Juventus vóru í áttandapartsfinalunum í vár omaná móti Atletico Madrid. Liðini hittast í bólkaspælinum, og liðini skulu hesaferð royna at røkka tindinum í Champions League, har trýstið er stórt á Juventus. Her í venjingardysti í summar (Mynd: EPA)

2019-08-29 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til bólkaspælið í Champions League er fyri løtu síðani av. Tey 32 liðini vórðu soleiðis uppbýtt: 

Bólkur A:
 PSG, Real Madrid, Club Brugge, Galatasaray.
Bólkur B: Bayern Munchen, Tottenham, Olympiakos, Reyða Stjørna 
Bólkur C: Manchester City, Shakhtar Donetsk, Dinamo Zagreb, Atalanta.
Bólkur D: Juventus, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lokomotiv Moskva
Bólkur E: Liverpool, Napoli, Salzburg, Genk
Bólkur F: Barcelona, Borussia Dortmund, Inter, Slavia Prag
Bólkur G: Zenit Saint Petersburg, Benfica, Lyon, RB Leipzig.
Bólkur H: Chelsea, Ajax, Valencia, Lille.

Tann seinasti bólkurin er tann, sum á pappírinum er tann tættasti. Chelsea og Ajax eru favorittar, men tað kann gerast spennandi til seinasta leikdag. Aðrastaðni er eitt lið, ella tvey, ið sær greitt sterkast út. Hyggjast kann tó eftir bólki F, har spurningurin er, um Inter fær bjóða Barcelona og Dortmund av. Í bólki G er eingin greiður favorittur. Eingin "Droup of Death" er á pappírinum

Í samband við lutakastið varð Virgil Van Dijk kosin ársins leikari av UEFA. Verjuleikarin hevði ein sera týðandi leiklut í, at Liverpool vann Champions League. 

Fyrstu dystirnir verða leiktir 17. og 18. september.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder